60 prosent av Sandoyartunlinum borað

60 prosent av Sandoyartunlinum borað
Gongst sum ætlað verður seinasta skotið í Sandoyartunlinum latið av um eitt ár ella so
Í Traðardali eru nú boraðir tilsamans 3.362 metrar, og frá Gomlurætt eru boraðir 3.017 metrar
 
02.12.2020 - 14:05

Nú eru næstan 60 prosent av allari longdini í Sandoyartunlinum borað, upplýsa P/F Eystur- og Sandoyartunlar á Facebook.

Í síðstu viku vórðu boraðir 91 metrar, og nú eru boraðir tilsamans 6,4 kilometrar. Tunnilin verður slakar 11 kilometrar langur.

Í Traðardali eru nú boraðir tilsamans 3.362 metrar, og frá Gomlurætt eru boraðir 3.017 metrar, sigur tunnilsfelagið.

1,3 millardir

Kostnaðurin fyri Sandoyartunnilin er mettur til umleið 1,3 milliardir krónur, og tunnilin verður eftir ætlan liðugur í desember 2023.

Gongst sum ætlað verður seinasta skotið í Sandoyartunlinum latið av um eitt ár ella so.

Mett verður, at millum 300 og 400 bilar fara at koyra í tunlinum um samdøgrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098