Gerðarrættarmálið útsett

bannari
Gerðarrættarmálið útsett
Dómurin í stóra gerðarrættarmálinum millum TG-Verk og Landsverk í málinum um Glasir-byggingina skuldi eftir ætlan kunngerast í dag
 
06.11.2020 - 08:21

Stóra gerðarrættarmálið millum TG-Verk og Landsverk er útsett fyribils. Tað váttar Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverki, fyri útvarpinum í morgun.

Gerðarrætturin varð settur 21. september, og fýra vikur vórðu settar av til málið, vikurnar 39, 40 og 41, og tveir dagar í viku 43, tilsamans 17 dagar.

Neyðugt var ikki at brúka alla avsettu tíðina, og seinasti rættarfundur var 9. oktober. TG-Verk hevur stevnt Landsverki eftir 75,5 milliónum krónum, og kravið hjá Landsverki er 80 milliónir.

Dómurin kann ikki kærast

Harafturat koma rentur frá tí degi, málið varð latið gerðarrættinum. Málið byrjaði í gerðarrættinum 4. apríl í 2016. TG-Verk byrjaði málið.

Voldgiftsnævnet í Keypmannahavn, sum er gerðarrætturin, hevur viðgjørt málið í Keypmannahavn.

Sirius advokater umboða Landsverk, og TG-Verk hevur Dahl advokatfirma. Dómurin í gerðarrættinum er endaligur, og kann ikki kærast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012