Jákup Sverri tekniskan royndartúr

Jákup Sverri tekniskan royndartúr
Nýggja havrannsóknarskipið verður eftir ætlan latið um miðjan september
Jákup Sverri á tekniskum royndartúri á Skálafjørðinum
 
31.08.2020 - 13:30

Jákup Sverri, nýggja havrannsóknarskipið, hevur seinastu tíðina gjørt fleiri royndartúrar, har øll tann tekniska útgerð er roynd.

Í góðveðrinum í síðstu viku gjørdi Jákup Sverri aftur royndartúrar, og tá vórðu myndir tiknar av skipinum, eisini úr luftini.

Raclip í Runavík hevur tikið videomyndirnar fyri skipasmiðjuna MEST.

Sí myndirnar her

Skrokkurin til Jákup Sverra er smíðaður í Litava, og skipið er gjørt liðugt á skipasmiðjuni hjá MEST á Skála. 

Sáttmálaprísurin er 276 milliónir krónur.

Mouritz Mohr, stjóri á MEST, sigur, at væntandi verður Jákup Sverri latin eigarunum um hálvan september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098