Nýggjur kommunustjóri í Fuglafirði

Nýggjur kommunustjóri í Fuglafirði
Henrik Weihe Joensen tekur við starvinum 1. september
Henrik Weihe Joensen verður nýggjur kommunustjóri í Fuglafirði
 
29.05.2020 - 11:30

Henrik Weihe Joensen er settur í starvið sum kommunustjóri í Fuglafjarðar kommu.

Henrik Weihe Joensen er 51 ára gamal, útbúgvin politistur og løgfrøðingur. Hann hevur eisini tikið masterútbúgving í almennari leiðslu. 

Henrik Weihe Joensen hevur leiðsluroyndir sum stjóri á Tilbúgvingarstovninum, virkandi stjóri í MRCC/Tórshavnradio og sum kommunustjóri á Tvøroyri. Hann hevur eisini verið fulltrúi hjá Løgtingsins umboðsmanni og ráðgevi í Fiskimálaráðnum.

Henrik Weihe Joensen byrjar í starvinum sum kommunustjóri í Fuglafirði tann 1. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098