Krevja 6.500 í sekt fyri brot á ramsarkunngerðina

Krevja 6.500 í sekt fyri brot á ramsarkunngerðina
Mánadagin fellur dómi í einum máli um átta mans, ið sigldu við vatnskutara í Havnini í Nólsoy í juli 2018
 
24.01.2020 - 09:59

Sektin fyri at bróta ramsarkunngerðina eigur at vera 6.500 krónur. Tað heldur ákæruvaldið. 

Mánadagin fæst at vita, um Føroya rættur heldur tað sama, tað er, um hann dømir átta menn fyri at hava brotið kunngerðina. Rætturin kann eisini frídøma menninar.

Sektin er ásett eftir rættarvenjuni í Danmark í slíkum málum. Hetta er fyrstu ferð, ramsarkunngerðin er í Føroya rætti. Tí eru hesi málini farin í rættin í staðin fyri at tey eru avgreidd við sektaruppskoti.

Nokta seg sekar

Føroya rættur skal gera av, hvussu stór sektin skal vera fyri at bróta ramsarkunngerðina, tí hetta er fyrstu ferð, kunngerðin er mett at vera brotin. 

Men teir átta menninir, sum eru ákærdir fyri at bróta ramsarkunngerðina, nokta seg sekar. Menninir kunnu tí verða frídømdir.

 >> SÍ EISINI Í rættin fyri at bróta ramsar-kunngerðina

Átta mans vóru í rættinum mánadagin, tí ákæruvaldið sigur, at teir hava brotið ramsarkunngerðina. Tað skulu teir hava gjørt, tá teir sigldu við vatnskutara í havnini í Nólsoy 20. juli í 2018. 

Ramsarkunngerðin sigur millum annað, at frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla við vatnskutara nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm.

Ramsarkunngerðin kom í 2017. Hon byggir á lógina um at verja havumhvørvið. Kunngerðin er gjørd fyri at verja fuglin í ramsaroyggjunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098