Sí upptøkurnar: Hvalur rikin á land í Kirkjubø

Sí upptøkurnar: Hvalur rikin á land í Kirkjubø
Ein 20-25 metrar langur hvalur rak fyrr í morgun upp á land í Kirkjubø. Í løtuni er óvist, hvat slag talan er um
Hesin hvalurin rak fyrr í morgun upp á land í Kirkjubø. Helst er talan um annaðhvørt eina royðu ella ein finnhval, siga fólk á staðnum
Mynd: Privatmynd: Janus Vang  
 
22.03.2019 - 11:04

- Hvalurin er ógviliga stórur. Eg vildi gitt einar 20-25 metrar, men tað er trupult at meta um, sigur Janus Vang, ið hevur sent okkum upptøkurnar.

Sí upptøkurnar niðanfyri

Enn er ikki greitt, júst hvat slag av hvali, talan er um. Fólk á staðnum halda, at talan annaðhvørt er um eina royðu ella ein finnhval.

- Tað er eingin luktur av hvalinum enn. Hann er júst rikin inn, og varð fyrr í morgun sæddur á Velbastað, sigur Janus Vang, ið sjálvur er staddur í Kirkjubø.

 

video-1553251038

Video: Hvalur rikin upp á land í Kirkjubø

 

video-1553250957

Video: Hvalur rikin upp á land í Kirkjubø

Hvalurin er deyður. Í løtuni er ikki greitt, hvat víðari skal henda við hvalinum, sum er rikin upp á land í Kirkjubø, siga fólk á staðnum við Kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098