Mótmæli í Paris ímóti forsetanum

Mótmæli í Paris ímóti forsetanum
Búskapartiltøk forsetans eru illa dámd í Fraklandi.
Mynd: savnsmynd  
 
24.11.2018 - 10:54

Í Paris hevur løgreglan brúkt táragass og vatnkanónir ímóti fólki, sum mótmæla at oljuprísirnir hækka.

Bardagarnir í miðbýnum tóku seg upp í dag, hóast løgreglan hevur avbyrgt fleiri støð.

Mótmælini fara at halda fram

Seinasta leygardag vóru eisini stórar mótmælisgongur um alt Frakland ímóti Emmanuel Macron, forseta, og politikki hansara.

Mótmælini fara at halda fram, siga tey, sum skipa fyri teimum.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444