Naggatódn í samráðingunum

bannari
Naggatódn í samráðingunum
Verkfallið hjá ljósmøðrunum heldur fram, og í løtuni er einki, sum bendir á, at samráðingarnar verða tiknar uppaftur.
 
12.11.2018 - 13:44

- Vit hava kanska verið ov lagaligar og tað er ikki óhugsandi, at vit fara at herða verkfallið um einki broytist.

Tað sigur Annika Hoydal, forkvinna í ljósmøðrafelagnum. Hon segði við útvarpið leygardagin, at tá høvdu tær fingið tíggju umbønir um undantak, harav seks vórðu játtaðar og fýra sýttar. Meginreglan er, at talan skal verða um bráðfeingis tørv, skulu ljósmøðurnar geva undantak.

Fleiri umbønir um undantak eru komnar síðan leygardagin. Nakrar eru játtaðar, men ikki allar, sigur forkvinnan, sum tó ikki hevði ikki tal á, hvussu nógvar umbønirnar vóru í tali.

Annika Hoydal sigur, at tær hava einki hoyrt enn frá samráðingarpørtunum um at koma aftur til samráðingarborðið, og sjálvar ætla tær ikki at taka stig til tað.

- Vit halda fast við tað, sum vit gera nú, men stendur tað við, so kann talan gerast um at herða verkfallið, sigur Annika Hoydal, sum tó ikki vil siga nakað um, nær og hvussu verkfallið kann herðast.

Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at fyri teirra viðkomandi hevur støðan heldur ikki flutt seg. Fíggjarmálaráðið hevur ikki tikið stig til nýggjar samráðingar, og í løtuni eru ongar ætlanir um tað.

Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at semingsstovnurin hevur havt samband við báðar partar, men í løtuni er ikki grundarlag fyri at gera eina nýggja semingsroynd. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098