Ófriður í Beirut

Ófriður í Beirut
Í libanska høvuðsstaðnum eru mótmæli ímóti, at USA hevur viðurkent Jerusalen sum høvuðsstað Ísraels
Savnsmynd
 
10.12.2017 - 11:50


Samanbrestir hava verið millum mótmælisfólk og libansk trygdarherlið uttan fyri amerikansku sendistovuna í norðara parti av høvuðsstaðnum Beirut.

Mótmælini eru ímóti avgerðini hjá amerikanska forsetanum Donaldi Trump at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels.

Steinaðu og kyndu bál

Mótmælisfólkini steinaðu sendistovuna og kyndu bál á gøtuni uttanfyri. Trygdarherliðini brúktu táragass og vatnkanónir at spjaða mótmælisfólkið og settu upp vegforðingar uttan fyri sendistovuna.

Arabiska samgongan hevur á fundi fordømt amerikansku avgerðina at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels og sigur seg hava mist álitið á USA sum semingspartur fyri friði í Miðeystri.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444