Suðuroyar Sjúkrahús fingið gávu frá kommunu

Suðuroyar Sjúkrahús fingið gávu frá kommunu
Sjúkrahúsið í Suðuroy hevur fingið 100.000 krónur í gávu frá einari kommunu í oynni. Peningurin skal brúkast til nýggj tól
Suðuroyar Sjúkrahús hevur fingið 100.000 krónur frá Sumbiar kommunu. Peningurin skal brúkast til elektronisk hjartamassasjutól
 
23.12.2015 - 15:20

Hóast kalendarin ikki vísir jólaaftan enn, hevur Suðuroyar Sjúkrahús fingið eina jólagávu frá Sumbiar kommunu, skrivar sudurras.fo

Kommunan í Sumba hevur latið sjúkrahúsinum 100.000 krónur. Peningurin skal brúkast til sjálvvirkandi hjartamassasjutól á sjúkrahúsinum og í sjúkrabilum.

Tólið fer at lætta munandi um hjá starvsfólkum, ið arbeiða við at bjarga mannalív. Hetta er fyrstu ferð, at Suðuroyar Sjúkrahús fær gávu frá einari kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537