Ásbjørn fingið serligan heiður sum slaktaranæmingur

Ásbjørn fingið serligan heiður sum slaktaranæmingur
Tann 21 ára gamli Ásbjørn A. Midjord úr Hvalvík er millum fýra teir bestu slaktaranæmingarnar í danska kongaríkinum
 
07.05.2024 - 14:11

- Eg síggi hetta sum eitt herðaklapp fyri tað harða arbeiðið, eg havi gjørt í lærutíðini.

Orðini eigur 21 ára gamli Ásbjørn Andrassarson Midjord úr Hvalvík, sum er valdur at vera ein av fýra teimum bestu slaktaranæmingunum í danska kongaríkinum. 

Nýútbúni slaktarin, Ásbjørn A. Midjord, hevur fingið árliga Thorvald Michelsens legatið við peningagávu umframt heiðrinum fyri at hava víst serligt ídni, dugnaskap og felagsanda undir útbúgvingini. 

Rúni Mohr, slaktarameistari og leiðari á Krás, hevur verið lærumeistari hjá Ásbirni A. Midjord. Hann fegnast um, at lærlingur hansara hevur fingið so góð skoðsmál.

- Hetta er stórt. Tað vísir bara, at vit í Føroyum eisini kunnu vera við, hóast mann sum Ásbjørn er langt burturi heimanífrá, tá mann er í skúla. Og summir lærlingar kunnu hava trupulleikar við, at mann er ikki so ofta í Danmark, og tí er umhvørvið fremmant. So eg haldi, at hetta er stórt fyri tað føroyska hondverkið, at vit í Føroyum hava ein av teimum bestu slaktarunum í danska ríkinum.

Danski felagsskapurin "Slagtermesterforeningen for København og omegns Hus og Fond" letur á hvørjum ári henda heiðurin.

Í morgunsendingini greiða Ásbjørn A. Midjord og Rúni Mohr frá arbeiðinum sum slaktarar umframt serliga heiðurin, sum Ásbjørn A. Midjord hevur fingið.

 

1671301

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. mai
Breddin: Støðan í verkfallinum
175705
Týsdag 28. mai
Morgunlestur týsdagur 28. mai 2024
175633
Mánadag 27. mai
Norðurljóð 27.mai 2024
175665
Mánadag 27. mai
Hákan valdi Páll...
175653