- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórt víkingatiltak í Funningi
Stórt víkingatiltak í Funningi
Í dag og í morgin verður Funningur karmur um stórt víkingatiltak, tey rópa “Grímsleikir”.
Mynd: Runavíkar kommuna
27.04.2024 - 09:56
Heitið á tiltakinum, sum er fyri børn, sipar til Grím Kamban, ið skal hava verið fyrsti landnámsmaðurin, og sum kom til Funnings í árinum 825.
Mentanarvika er í Runavíkar kommunu hesa vikuna, so upplagt var tí eisini at hava eitt víkingatiltak í fyrstu landnámsbygdini.
Umframt at royna seg í ymiskum víkingaleikum, so sum longdarlopi, spjótkasti, togtogan og árataki, sleppa børnini at síggja eldsmiðin og aðrar handverkarar arbeiða.
Í morgin verður eisini ein serstøk forðarenning, ið fevnir um kapprenning, longdarlop, spjótkast, balansubumm og annað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV