- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hanus á Gørðum skipaður í embætið í dag
Hanus á Gørðum skipaður í embætið í dag
Klokkan 11 skipar dómpróstur Hanus á Gørðum í embætið sum nýggjan sjúkrahús- og fongsulsprest
Mynd: Savn.
05.05.2024 - 10:16
Í dag fáa føroyingar ein nýggjan sjúkrahús- og fongsulsprest.
Klokkan 11 skipar Uni Næs, dómpróstur, Hanus á Gørðum í embætið sum nýggjan sjúkrahús- og fongsulsprest.
Tað verður í Vesturkirkjuni.
Hann avloysir Sverra Steinhólm, sum hevur røkt hetta kall í útivið 28 ár, men sum í oktobur varð innsettur í nýggja starvið sum diakonprestur.
Hanus á Gørðum var prestvígdur í 2007, og virkaði at byrja við sum vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
Síðani 2010 hevur hann verið sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV