Samværi

Samværi 028 - at framleiða tónleik
26-03-2024
Tónleikararnir Guðrið Hansdóttir og Karl Andrias Stórá hittast í Samværa at tosa um tað at framleiða tónleik.

Guðrið og Karl ganga bæði á tónlistabreytini í listaligum arbeiði á Setrinum. Har verða tey boðin av og biðin at gera ymiskt, sum tey kanska annars ikki høvdu farið í holtur við av sær sjálvum. Sum td. at upptaka sjálvi í studio, gera strúkaraútsetingar, v.m. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey um teirra listaligu tilgongdir og hvat hevur teirra áhugað í løtuni tá tað kemur til at framleiða tónleik.

Samværi

Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Sendingin hevur ikki nakað aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum, sum td. skapanartilgongd o.l. Instagram: @samvaeri
Beinta B. Egholm, myndlistakvinna, og Marius Dam Chrisophersen, tónleikari, hittast í Samværa at tosa um tað at tora at rópa seg listafólk.
06-02-2024
Tónleikararnir Elin Maria Hansen og Vár Miðberg hittast í Samværa at tosa um tað at skapa eitt trygd rúm at spæla tónleik í.
18-01-2024
Keramikarin Guðrið Poulsen og rithøvundurin Kim Simonsen hittast í Samværa og tosa um tað at ganga
11-01-2024
Byggilista- og myndlistakvinnan Laila Mote og tónleikarin Jasmin Mote hittast í Samværi og tosa um tað at byggja navn upp innan fyri list
04-01-2024
Samværi um árið ið fór, við Kinnu Poulsen og Dánjali á Neystabø, um hvørji kor føroysk listafólk hava og hvat kundi verið annarleiðis í 2024.
01-01-2024
Rithøvundurin Carl Jóhan Jensen og tóna/orðasmiðjurin Bartal Augustinussen eru menn við nógvum orðum
21-12-2023
Myndlistafólkini Randi Samsonsen og Jóhan Martin Christiansen hittast í Samværa og tosa um tað at rúmast.
18-12-2023
Sniðgevin og myndlistakvinnan Kirstin Helgadóttir og tónleikarin Marianna Winter hittast í Samværi og tosa um tað at visualisera sína list og eisini listina hjá øðrum
07-12-2023
Rithøvundarnir og yrkjararnir Oddfríður Marni Rasmussen og Malan Poulsen hittast í Samværa og tosa um tað at broytast
30-11-2023
Ritstjórin Ragnar Sigrunarson og kuratørurin Anna Maria Dam Ziska hittast í Samværa og tosa um tað at stjórna list
21-11-2023
Filmskvinnan Maria Tórgarð og myndlistakvinnan Vár Samuelsen hittast í Samværa og tosa um tað at bjóða av í listarligum høpi
14-11-2023
Myndlistafólkini Hansina Iversen og Jens Dam Ziska hittast í Samværa og tosa um tað at lita
25-01-2024