Samværi

Samværi 011 - at stjórna
21-11-2023
Ritstjórin Ragnar Sigrunarson og kuratørurin Anna Maria Dam Ziska hittast í Samværa og tosa um tað at stjórna list

Ragnar Sigrunarson hevur fingist við at ritstjórna prosa og yrkingar hjá Trygva Danielsen, meðan Anna Maria Dam Ziska hevur kuraterað framsýningar á Listasavninum.

Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey bæði um týdningin av teirra leiklutum í list, og hvussu tey handfara hesar uppgávur.

Samværi

Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Sendingin hevur ikki nakað aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum, sum td. skapanartilgongd o.l. Instagram: @samvaeri
Listamaðurin og tónleikarin Heiðrikur á Heygum og leiklistamaðurin Bárður Persson hittast í Samværa at tosa um tað at sameina.
14-05-2024
Leiklistakvinnurnar Gunnvá Zachariasen og Ria Tórgarð hittast í Samværa at tosa um tað at bera fram.
07-05-2024
Yrkjarin Nansý Súnadóttir og tónleikarin Hervør á Torkilsheyggi hittast í Samværa at tosa um tað at geva út.
30-04-2024
Klassiski saksofonisturin Kristina Thede Johansen og rithøvundurin Helle Thede Johansen hittast í Samværa at tosa um tað at ferðast.
23-04-2024
Tónleikarin Anna Sofía Skoradal og dansarin Rannvá G. Niclasen hittast í Samværa at tosa um tað at framføra.
09-04-2024
Tónleikarin Eivør Pálsdóttir og rithøvundurin Marjun Syderbø Kjelnæs hittast í Samværa at tosa um tað at opnast.
09-04-2024
Tónleikararnir Torleik Mortensen og Annika Hoydal hittast í Samværa at tosa um tað at samla endar.
02-04-2024
Tónleikararnir Guðrið Hansdóttir og Karl Andrias Stórá hittast í Samværa at tosa um tað at framleiða tónleik.
26-03-2024
Ummælarin Marna Jacobsen og Paula Gaard phd. í ummælum hittast í Samværa at tosa um tað at ummæla.
19-03-2024
Mentanarleiðarin í Runavíkar kommunu Urd Johannesen og tónlistamaðurin Eyðfinn B. Lamhauge hittast í Samværa at tosa um tað at bygdast.
12-03-2024
Tónlistakvinnan Anna Katrin Egilstrøð og sjónleikarin Durita Dahl Andreassen hittast í Samværa at tosa um tað at flyta mørk.
05-03-2024
Listakvinnurnar Billa Jenný Jónleifsdóttir og Tordis Vang hittast í Samværa at tosa um tað at avmynda.
27-02-2024