Samværi

Samværi 021 - at tora
06-02-2024
Beinta B. Egholm, myndlistakvinna, og Marius Dam Chrisophersen, tónleikari, hittast í Samværa at tosa um tað at tora at rópa seg listafólk.

Myndlistakvinnan Beinta B. Egholm gongur á animatiónsskúla í Viborg, og tónleikarin Marius Dam Chrisophersen gongur á produktiónsleiðini á Musikkskúlamiðnámi í Tórshavn.

Listafólkini tosa um hvat tað krevur at vera listafólk, hvussu teirra list verður vird (ella ikki vird) av umheiminum, og hvussu teirra listagreinir ikki eru so langt vekk frá hvørjari aðrari.

Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen spyrja eisini inn til, hvat tey vilja við sínari list og hvørjar avbjóðingar tey hava havt á sínum veg.

Samværi

Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Sendingin hevur ikki nakað aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum, sum td. skapanartilgongd o.l. Instagram: @samvaeri
Yrkjarin Nansý Súnadóttir og tónleikarin Hervør á Torkilsheyggi hittast í Samværa at tosa um tað at geva út.
30-04-2024
Klassiski saksofonisturin Kristina Thede Johansen og rithøvundurin Helle Thede Johansen hittast í Samværa at tosa um tað at ferðast.
23-04-2024
Tónleikarin Anna Sofía Skoradal og dansarin Rannvá G. Niclasen hittast í Samværa at tosa um tað at framføra.
09-04-2024
Tónleikarin Eivør Pálsdóttir og rithøvundurin Marjun Syderbø Kjelnæs hittast í Samværa at tosa um tað at opnast.
09-04-2024
Tónleikararnir Torleik Mortensen og Annika Hoydal hittast í Samværa at tosa um tað at samla endar.
02-04-2024
Tónleikararnir Guðrið Hansdóttir og Karl Andrias Stórá hittast í Samværa at tosa um tað at framleiða tónleik.
26-03-2024
Ummælarin Marna Jacobsen og Paula Gaard phd. í ummælum hittast í Samværa at tosa um tað at ummæla.
19-03-2024
Mentanarleiðarin í Runavíkar kommunu Urd Johannesen og tónlistamaðurin Eyðfinn B. Lamhauge hittast í Samværa at tosa um tað at bygdast.
12-03-2024
Tónlistakvinnan Anna Katrin Egilstrøð og sjónleikarin Durita Dahl Andreassen hittast í Samværa at tosa um tað at flyta mørk.
05-03-2024
Listakvinnurnar Billa Jenný Jónleifsdóttir og Tordis Vang hittast í Samværa at tosa um tað at avmynda.
27-02-2024
Tónleikararnir Kári Sverrisson og Sigmund Zachariassen hittast í Samværi at tosa um tað at samstarva
20-02-2024
Yrkjarin Rannvá H. Glerfoss og tónleikarin Sjúrður Djurhuus Tróndheim hittast í Samværa at tosa at royna nýggjar leiðir innan list.
13-02-2024