Gamli maðurin og vatnið

Gamli maðurin og vatnið (3:4)
16-12-2019
Veldugar víddir, áir og vøtn bergtaka Torfinn Hansen í Kanada

Stórbýurin larmar og skapar skógarlongsul. Minni makliga lívið har gevur meira meining. Smiðjulív og skúlaskapur kunnu sameinast, eins væl og áarføri, kærleiki og kajakkferðir.

The pioneering spirit, slóðbrótandi andin, dregur ein út hagar, ið náttúrumyndirnar eru livandi, og har toilett við vesi verður til nátthús við bukku.

Skógurin angar av onkrum í frískligu luftini. Heystarvindar koma. Tá smíða tey kajakkir. Eitt fimmmannafar er komið at standa mitt inni í kanadiska skóginum.

Gamli maðurin og vatnið

Sendirøð, har Høgni Mohr hittir havnarmannin Torfinn Hansen, sum í eitt mannaminni hevur dvalt beint við Lake Superior í Kanada.
Torfinn Hansen sær Lake Superior og alheimin úr arnareygum
23-12-2019
Veldugar víddir, áir og vøtn bergtaka Torfinn Hansen í Kanada
16-12-2019
Heimsins størsta vatn úr sjónarhorninum hjá Torfinni Hansen
09-12-2019
Høgni Mohr hittir Torfinn Hansen úr Havn, ið balist beint við Lake Superior í Kanada.
02-12-2019