Gamli maðurin og vatnið

Gamli maðurin og vatnið (1:4)
02-12-2019
Høgni Mohr hittir Torfinn Hansen úr Havn, ið balist beint við Lake Superior í Kanada.

Heimsins størsta vatn fer um tvey lond við ymiskum kulturi og ognarrætti. Allan vegin fram við 2.800 kilometra langa bakkanum er hellan frá forkambrisku øldini nektað.

Umhvørvisárin eru, men reint og óspilt er enn báðum megin bakkan. Veðurskiftini á vatninum eru stór. Ríkt djóralív er á landi, har tað altíð angar av trøum og øðrum vøkstri.

Upprunafólkini rópa vatnið Gitche Gumee. Søgan rundanum er gomul eins og pátrúgvin. Menniskju uppihalda seg við Lake Superior fyri at finna frið. Tað eydnast hjá onkrum.

Høgni Mohr hevur lagt sendingina til rættis.

Gamli maðurin og vatnið

Sendirøð, har Høgni Mohr hittir havnarmannin Torfinn Hansen, sum í eitt mannaminni hevur dvalt beint við Lake Superior í Kanada.
Torfinn Hansen sær Lake Superior og alheimin úr arnareygum
23-12-2019
Veldugar víddir, áir og vøtn bergtaka Torfinn Hansen í Kanada
16-12-2019
Heimsins størsta vatn úr sjónarhorninum hjá Torfinni Hansen
09-12-2019
Høgni Mohr hittir Torfinn Hansen úr Havn, ið balist beint við Lake Superior í Kanada.
02-12-2019