Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 19. sending
12-06-2021
Tunlarnir norður um fjall skotnir ígjøgnum og alment tiknir í nýtslu

Í 1965 verður tunnilin til Árnafjarðar skotin ígjøgnum og tvey ár seinri, í 1967, er eisini hol ígjøgnum til Norðtoftir. Seinri sama árið verða báðir tunlarnir alment tiknir í nýtslu.
Umframt brot úr kringvarpssavninum, tosa við við árnfirðingarnar Mikkjal Mikkelsen og Hanus Poulsen, og Jústinus Poulsen, ið býr í Hvannasundi.
Tunnilin til Sandvíkar verður skotin ígjøgnum í 1968, og tvey ár seinri er tunnilin opin fyri almennari ferðslu.
18. juli 2021 eru 100 ár liðin, síðani vatnorkuverkið í Botni varð tikið í nýtslu. Og tað var eisini í hesum sambandi, at teir fyrstu tveir tunlarnir í Føroyum vórðu gjørdir.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Smyril var ótíðarhóskandi, longu áðrenn hann fór í sigling
24-05-2021
Framskygni eyðkendi Mjólkaforsýningina, tá ið bilferjan Tróndur varð keypt
15-05-2021
Farleiðin um Vestmannasund
08-05-2021
Selurin siglur um vágnað, og hví varð Oyggjarvegurin ikki samanbundin beinanvegin?
01-05-2021
Nýggja flaggskipið Pride kemur á Klaksvík og fyrsti tunnilin í Føroyum, Hvalbiartunnilin, verður tikin í nýtslu
24-04-2021
Mjólkabátar, Esso Søldarfjørð og Føroya Bjór
17-04-2021
Hvat eyðkendi 1950-árini, Másin og farleiðirnar eystan Múla og til Svínoyar og Fugloyar
12-04-2021
Babu og blá blunk. Samferðslusøgan umfatar eisini sjúkraflutning á sjógvi og landi og politibilar
27-03-2021
Hvalvíkskúgvin er fyrsta gravkúgvin, ið føroyingar hava keypt. Og hon var ein sonn kollvelting. Maskinan, sum kom til Føroya í 1949, er til enn
20-03-2021
Seinri heimsbardagi leggur upp til eina íðnaðarkollvelting í Vágum, Ritan verður ásigld, og Barsskor fer at sigla er millum evnini hesuferð
13-03-2021
Í 1930-árunum fáa vit nýggjan Smiril, Kjølbro setur Britons Pride í sigling, og Mjólkaforsýningin er framvegis sera virkin
06-03-2021
Fyrstu bilarnir koma til Føroyar, havnavígsla í Klaksvík, og kanska fyrsta tunnilsætlanin í Føroyum
27-02-2021