Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 14. sending
08-05-2021
Farleiðin um Vestmannasund

Vágar eru ein heilt serligur partur av føroyskari samferðslusøgu, tað veri seg beinleiðis rutusambandið til Havnar, farleiðin um Vestmannasund, fasta sambandið inn á meginlandið, flogvøllurin, rutan út í Mykines, og rutubilarnir og heimagjørdu bussarnir í Vágum.
Og hesuferð verður kósin sett vestur í Vágar, samstundis sum vit eisini millumlenda í Vestmanna.
Í Vestmanna hitta vit Ruben Olsen, sum eitt nú nemur við ferðsluna, sum fór út gjøgnum bygdina, tá ið gamla ferjulegan var virkin.
Eisini fara vit umborð á gamla postbátin Ólav, har vit hitta Sámal Jákup Olsen, sum sigur okkum søguna um søguliga bátin.
Heini Petersen og Dánjal Poulsen løgdu bókini Vága samferðslusøga úr hondum. Vit hitta teir á krígssavninum, har teir lýsa sambandið um Vestmannasund til og við Bragd fer at sigla í 1965.
Í Vestmanna tosa vit eisini við Erland Isaksen, sum minnist tíðina, tá ið hann koyrdi hýruvogn millum Vestmanna og niðan á Oyggjarvegin fyri hesin varð samanbundin í 1966.
Tað var nakað serligt at fáa eina pylsu meðan bíðað varð á ferjuleguni. Og vit tosa við Tórhardu og Sámal Bláhamar um tíðina, tá ið tey høvdu pylsuvogn við havnalagið í Vestmanna.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Onkursvegna eru Føroyar vorðnar meiri sum EIN býur, heldur enn eitt stórt oyggjasamfelag, sigur Firouz Gaini, professari, sum vit tosa við um týdningin av samferðslukervinum
23-06-2022
Fagranes nøktar ikki tørvin um Leirvíksfjørð, og Dúgvan rekur fyri vág og vind í Suðuroyarfirði, eru tvær av samferðsluyvirskriftunum í 1990-árunum
16-06-2022
Runavík fekk fyrstu rundkoyringina í Føroyum, Anskar Lenvig hevur avgreitt strandfaraskipini úti í Hesti síðani 1949, og ferjulegan í Vestmanna skuldi gerast aðrastaðni
09-06-2022
Tróndur fer at sigla av Gomlurætt, Landsverk yvirtekur raksturin av tyrlupallunum, og ein tyrla dettur niður norðuri á Skarði
02-06-2022
Vegurin millum Skopun og Sand, gamla Esso pumpan í Trøðum á Sandi, og Skopunar havn
26-05-2022
Í 1983 samtykkir Løgtingið at gera ferjulegu í Kirkjubø, men eftir drúgva togan, verður ferjulegan løgd við Gomlurætt
19-05-2022
Kollafjarðartunnilin, kvinnurnar manna Smyril, og tyrluvanlukkan á Borðoyarvík
12-05-2022
6. mai 1922 kom fyrsti bilurin til Føroyar, og hetta hátíðarhalda vit við at fáa søguna um fyrsta bilin, eins og nomið verður við hvussu bilurin hevur broytt samfelagið
05-05-2022
Sumbiartunnilin gjørdist drúgvur, dýrur og vátur. Men hvør er søgan um tunnilin og hvussu vórðu tær mongu avbjóðingarnar við vatni og tilfari loystar?
28-04-2022
Í 1990-árunum eru Føroyar í djúpari kreppu, og hetta merkist um alt landið. Vit tosa við Hans Andrias Sølvará og Finnleif Durhuus, eins og vit hava fregnast um Bókabussin
07-04-2022
Tunnlarnir fingu stóran týdning fyri Kalsoynnað
07-04-2022
Teistin verður keyptur, samgonguslitið í 1980, Dúgvan kemur til landið, nýtt skip til siglingina út í Mykines, og skúlabusskoyringin á Skálafjørðinum
31-03-2022