Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 17. sending
29-05-2021
Mykines, Slættanes, heimabygdi Norðurstovubussurin, og valuta loyvi

Vágar eru bæði fjølbroyttar og spennandi, tá ið talan er um føroysku samferðslusøgana. Og ein partur av samferðslusøguni í Vágum er farleiðin út í Mykines, sum vit umrøða saman við Heina F. Petersen og Dánjal Poulsen, sum hava lagt úr hondum frálíka bókaverkið Vága samferðslusøga. Eisini hitta vit Svabo Joensen, sum var skipari á Súluni frá 1988 til 1998.
Eisini verður hugleitt um avtoftaðu bygdina Slættanes saman við Heina F. Petersen.
Eitt, sum eisini hevur eyðkent samferðslusøguna í Vágum, eru teir mongu heimagjørdu bussarnir, ið vóru bygdir har vesturi.
Og tann kanska kendasti og flottasti er óiva Norðurstovubussurin, ið Engelbrecht Poulsen, ið var ein sera dugnaligur snikkari í Miðvági, og Bjarni Joensen, smiðjumeistari í Miðvági, gjørdu til Handilsvirkið N. Niclasen í Sørvági í 1962.
Bussurin varð bygdur í gomlu smiðjuni hjá J. K. Joensen í Miðvági, ið er bygningurin, sum Sjóvinnustýrið eisini hevur húsast í.
Í 2006 gjørdi Jens Jákup Hansen sera áhugaverdu og søguligu sjónvarpssendingina Norðurstovubussurin, har ið eitt nú Engelbrecht Poulsen og Bjarni Joensen greiða frá. Og vit hoyra nøkur brot úr hesari sendingini.
Ætlaði tú tær at keypa bil ella annað akfar í 1960-árunum, var neyðugt at útvega sær valuta loyvi - og tað var ikki latið øllum. Vit lýsa skipanina saman við Magnusi Gunnarson (Maggi).
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Smyril var ótíðarhóskandi, longu áðrenn hann fór í sigling
24-05-2021
Framskygni eyðkendi Mjólkaforsýningina, tá ið bilferjan Tróndur varð keypt
15-05-2021
Farleiðin um Vestmannasund
08-05-2021
Selurin siglur um vágnað, og hví varð Oyggjarvegurin ikki samanbundin beinanvegin?
01-05-2021
Nýggja flaggskipið Pride kemur á Klaksvík og fyrsti tunnilin í Føroyum, Hvalbiartunnilin, verður tikin í nýtslu
24-04-2021
Mjólkabátar, Esso Søldarfjørð og Føroya Bjór
17-04-2021
Hvat eyðkendi 1950-árini, Másin og farleiðirnar eystan Múla og til Svínoyar og Fugloyar
12-04-2021
Babu og blá blunk. Samferðslusøgan umfatar eisini sjúkraflutning á sjógvi og landi og politibilar
27-03-2021
Hvalvíkskúgvin er fyrsta gravkúgvin, ið føroyingar hava keypt. Og hon var ein sonn kollvelting. Maskinan, sum kom til Føroya í 1949, er til enn
20-03-2021
Seinri heimsbardagi leggur upp til eina íðnaðarkollvelting í Vágum, Ritan verður ásigld, og Barsskor fer at sigla er millum evnini hesuferð
13-03-2021
Í 1930-árunum fáa vit nýggjan Smiril, Kjølbro setur Britons Pride í sigling, og Mjólkaforsýningin er framvegis sera virkin
06-03-2021
Fyrstu bilarnir koma til Føroyar, havnavígsla í Klaksvík, og kanska fyrsta tunnilsætlanin í Føroyum
27-02-2021