Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 9. sending
27-03-2021
Babu og blá blunk. Samferðslusøgan umfatar eisini sjúkraflutning á sjógvi og landi og politibilar

Føroyska samferðslusøgan er søgan um íløgurnar í tey hørðu virðini, ið kanska meiri enn nakað annað, útloysa tey bleytu.
Hetta er søgan um bygdir, býir og oyggjar, ið verða knýtt saman, fyrst við postbátunum, ferðamannaskipunum og ferjunum, og harumframt vegasambondum, tunlum, byrgingum og brúm - við øllum teimum møguleikum, ið hetta hevur við sær, tað veri seg í yrkishøpi, frítíðarhøpi og á persónligum støði.
Men føroyska samferðslusøgan er eisini frásøgnin um eitt nú sjúkraflutning á sjógvi og landi, og føroyska politiið, sum fær fyrsta politibilin í 1959.
Hesuferð hoyra vit Martin Tórgarð siga frá tíðini, tá ið hann var skipari á Reyða Krossi, Tummas í Garði sigur okkum søguna um læknabátin Reyða Kross, og hvørjar ætlanir hann hevur við bátinum nú. Eisini hitta vit Jens Jacobsen, sum varð settur í starv sum portørur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 1959, og fyrrverandi stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Ronnie Midjord, sigur okkum um sjúkraflutning í Suðuroy. Eisini sigur Dánjal Poulsen okkum um eina dramatiska læknaferð til Slættanes.
Og vit fara á gátt hjá Hjartvard Skálagarð, har vit eitt nú spyrja um orsøkina til at danir yvirtaka politiið í Føroyum í 1958, samstundis sum vit fregnast um fyrstu politibilarnar í Føroyum.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Smyril var ótíðarhóskandi, longu áðrenn hann fór í sigling
24-05-2021
Framskygni eyðkendi Mjólkaforsýningina, tá ið bilferjan Tróndur varð keypt
15-05-2021
Farleiðin um Vestmannasund
08-05-2021
Selurin siglur um vágnað, og hví varð Oyggjarvegurin ikki samanbundin beinanvegin?
01-05-2021
Nýggja flaggskipið Pride kemur á Klaksvík og fyrsti tunnilin í Føroyum, Hvalbiartunnilin, verður tikin í nýtslu
24-04-2021
Mjólkabátar, Esso Søldarfjørð og Føroya Bjór
17-04-2021
Hvat eyðkendi 1950-árini, Másin og farleiðirnar eystan Múla og til Svínoyar og Fugloyar
12-04-2021
Babu og blá blunk. Samferðslusøgan umfatar eisini sjúkraflutning á sjógvi og landi og politibilar
27-03-2021
Hvalvíkskúgvin er fyrsta gravkúgvin, ið føroyingar hava keypt. Og hon var ein sonn kollvelting. Maskinan, sum kom til Føroya í 1949, er til enn
20-03-2021
Seinri heimsbardagi leggur upp til eina íðnaðarkollvelting í Vágum, Ritan verður ásigld, og Barsskor fer at sigla er millum evnini hesuferð
13-03-2021
Í 1930-árunum fáa vit nýggjan Smiril, Kjølbro setur Britons Pride í sigling, og Mjólkaforsýningin er framvegis sera virkin
06-03-2021
Fyrstu bilarnir koma til Føroyar, havnavígsla í Klaksvík, og kanska fyrsta tunnilsætlanin í Føroyum
27-02-2021