Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 8. sending
20-03-2021
Hvalvíkskúgvin er fyrsta gravkúgvin, ið føroyingar hava keypt. Og hon var ein sonn kollvelting. Maskinan, sum kom til Føroya í 1949, er til enn

Føroyska samferðslusøgan er á tremur við bæði framskygdum fólkum og gerandishetjum, ið sóu tað týdningarmikla og neyðuga í at binda landið saman, soleiðis at Føroyar - alt í senn og okkum øllum at gagni, gjørdust bæði størri og minni. Og í sendingini hesuferð er evnið føroysk vegasøga.
Vit hitta Heina Olsen, sum í mong ár starvaðist sum verkfrøðingur hjá Landsverfrøðinginum, eins og hann eisini arbeiddi uttanlands í fleiri umførum.
Vit fregnast hjá Dánjal Poulsen um tær mongu verkætlaninar, sum hava snúð seg um fast samband um Vestmannasund, og har tann fyrsta er frá 1946.
Vit lýsa eisini søguna hjá Hvalvíkskúnnið, tá vit hitta Finnleif Durhuus, Sigurd Lamhauge, Knút Jacobsen og Jógvan Magnusson.
Vit hugleiða eisini um Austin lastbilin frá 1959 á Eiði saman við Hans Egil Joensen og Jóhan K. Joensen.
Eisini sigur Hans Biskopstø okkum um, tá ið Landsverkfrøðingurin fekk tær fyrstu stóru gravimaskinurnar, og hvussu tað var at fáa tær mannaðar.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Smyril var ótíðarhóskandi, longu áðrenn hann fór í sigling
24-05-2021
Framskygni eyðkendi Mjólkaforsýningina, tá ið bilferjan Tróndur varð keypt
15-05-2021
Farleiðin um Vestmannasund
08-05-2021
Selurin siglur um vágnað, og hví varð Oyggjarvegurin ikki samanbundin beinanvegin?
01-05-2021
Nýggja flaggskipið Pride kemur á Klaksvík og fyrsti tunnilin í Føroyum, Hvalbiartunnilin, verður tikin í nýtslu
24-04-2021
Mjólkabátar, Esso Søldarfjørð og Føroya Bjór
17-04-2021
Hvat eyðkendi 1950-árini, Másin og farleiðirnar eystan Múla og til Svínoyar og Fugloyar
12-04-2021
Babu og blá blunk. Samferðslusøgan umfatar eisini sjúkraflutning á sjógvi og landi og politibilar
27-03-2021
Hvalvíkskúgvin er fyrsta gravkúgvin, ið føroyingar hava keypt. Og hon var ein sonn kollvelting. Maskinan, sum kom til Føroya í 1949, er til enn
20-03-2021
Seinri heimsbardagi leggur upp til eina íðnaðarkollvelting í Vágum, Ritan verður ásigld, og Barsskor fer at sigla er millum evnini hesuferð
13-03-2021
Í 1930-árunum fáa vit nýggjan Smiril, Kjølbro setur Britons Pride í sigling, og Mjólkaforsýningin er framvegis sera virkin
06-03-2021
Fyrstu bilarnir koma til Føroyar, havnavígsla í Klaksvík, og kanska fyrsta tunnilsætlanin í Føroyum
27-02-2021