Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 7. sending
13-03-2021
Seinri heimsbardagi leggur upp til eina íðnaðarkollvelting í Vágum, Ritan verður ásigld, og Barsskor fer at sigla er millum evnini hesuferð

Seinri heimsbardagi ávirkar eisini samferðsluna í Føroyum. Og í bókini Smirlarnir í strandfarasigling skrivar Erling Poulsen soleiðis:
Tað fyrstu tíðina eftir at kríggið var brostið á, tað er veturin 1939-40, sigldi Smiril sum vant eftir galdandi ferðaætlan. Men tá ið Danmark í apríl 1940 varð hersett av týskinum og Føroyar av eingilskmonnum, broyttist mangt og hvat hjá Smirli. Í Føroyum var alt myrkalagt, so Smiril mátti sigla við sløktum lanternum. Vitarnir vóru eisini sløktir, og kom tað illa við hjá skipum, ið skuldu sigla myrkar vetrarnætur millum oyggjarnar.
Smiril varð ikki bara brúktur sum ferðamannaskip, men undir seinra krígnum, tá ið Føroyar vóru hersettar av bretum, varð hann mangan nýttur sum flutningskip av hervaldinum.
Men Seinri heimsbardagi er eisini orsøkin til eina íðnaðarkollvelting í Føroyum - og ikki minst vesturi í Vágum, har hermenn, maskinur og ymisk akfør gera nýggjar nýmótans vegir og flogvøll.
Vit hava verið í Krígssavninum, har vit hittu Dánjal Poulsen og Heini F. Petersen, sum eisini siga okkum søguna um rutubátin Vesturleið.
Vit fregnast eisini um Rituna, ið varð bygd í 1949, og sum sakk í 1968, eftir at hon varð ásigld av Ternuni uttanfyri Molan í Havn. Vit hitta eitt av ferðafólkunum, ið var við Rituni hendan túrin, nevniliga Suna Hansen í Nólsoy.
Í 1948 yviurtekur Hugo Gardar postrutuna til Kalsoyar og Kunoyar. Jógvan Ravnsfjall sigur okkum søguna um fyritøkuna hjá Hugo Gardar, Leivur Andreasen og Jákup Andreasen siga okkum søgur frá Barsskor og Polaris, og Jógvan Joensen á Trøllanesi sigur frá, um tá Polaris kom á Trøllanes við sandi.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Smyril var ótíðarhóskandi, longu áðrenn hann fór í sigling
24-05-2021
Framskygni eyðkendi Mjólkaforsýningina, tá ið bilferjan Tróndur varð keypt
15-05-2021
Farleiðin um Vestmannasund
08-05-2021
Selurin siglur um vágnað, og hví varð Oyggjarvegurin ikki samanbundin beinanvegin?
01-05-2021
Nýggja flaggskipið Pride kemur á Klaksvík og fyrsti tunnilin í Føroyum, Hvalbiartunnilin, verður tikin í nýtslu
24-04-2021
Mjólkabátar, Esso Søldarfjørð og Føroya Bjór
17-04-2021
Hvat eyðkendi 1950-árini, Másin og farleiðirnar eystan Múla og til Svínoyar og Fugloyar
12-04-2021
Babu og blá blunk. Samferðslusøgan umfatar eisini sjúkraflutning á sjógvi og landi og politibilar
27-03-2021
Hvalvíkskúgvin er fyrsta gravkúgvin, ið føroyingar hava keypt. Og hon var ein sonn kollvelting. Maskinan, sum kom til Føroya í 1949, er til enn
20-03-2021
Seinri heimsbardagi leggur upp til eina íðnaðarkollvelting í Vágum, Ritan verður ásigld, og Barsskor fer at sigla er millum evnini hesuferð
13-03-2021
Í 1930-árunum fáa vit nýggjan Smiril, Kjølbro setur Britons Pride í sigling, og Mjólkaforsýningin er framvegis sera virkin
06-03-2021
Fyrstu bilarnir koma til Føroyar, havnavígsla í Klaksvík, og kanska fyrsta tunnilsætlanin í Føroyum
27-02-2021