Nógv krevst um Føroyar skulu víðari

bannari
Nógv krevst um Føroyar skulu víðari
Í fyrsta umfari skal føroyska hondbóltslandsliðið vinna sín dyst ímóti Póllandi, meðan Norra skal tapa ímóti Slovenia
Nógv skal hepnast, um Elias Ellefsen á Skipagøtu og Føroyar skulu spæla seg til miðumfarið
Mynd: Axel Heimken / kolektiff  
 
15.01.2024 - 12:12

Nógv krevst um Føroyar skulu víðari í EM-undaspælinum. 

Skulu føroysku hondbóltsmenninir víðari úr bólkaspælinum í Berlin til miðumfarið í Hamburg, krevst í fyrsta umfari, at Føroyar vinna sín dyst ímóti Póllandi í dag.

Harafturat skal Norra tapa ímóti Slovenia í seinna dystinum í bólki D í kvøld.

 

Málúrtøkan

Afturat hesum verður málúrtøkan avgerandi. Sum er, er Norra 14 mál betur fyri enn Føroyar, og tey málini skulu Føroyar vinna inn aftur. Tvs. at um Føroyar vinna við sjey ímóti Póllandi, og Norra tapir við sjey ímóti Slovenia, er javnt, og so verður hugt at, hvør hevur skotið fleiri mál tilsamans.

Sannlíkindini fyri, at hetta hepnast, eru ikki stór, men ein sigur á Póllandi kann kortini hava stóran týdning fyri Føroyar í komandi undanspølum, tí hann kann bøta um styrkismetingina til play-off dystirnar í mai. Styrkistalið avger, um Føroyar koma í pott 1 ella pott 2, skrivar hondbóltssambandið.


Norra hevur tvey stig meir enn Føroyar, og eina málúrtølu, sum er 14 mál betri undan síðsta umfari. GRAFIKKUR: Kenneth Jørgensen
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Morgunlestur leygardagur 11. mai 2024
174299
Fríggjadag 10. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (5:6)
174910
Fríggjadag 10. mai
Vikuskiftið 10 mei 2024
174904
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843