Yvir 150 milliónir í grønum stuðli

Yvir 150 milliónir í grønum stuðli
Talan er um mvg-afturbering. Skrásetingargjaldið fyri elbilar er ikki við.
Fólk, sum keypa hitapumpu, fáa meirviðisgjald aftur.
 
14.12.2023 - 07:22

Til 1. desember í ár eru 27,8 mió. kr. latnar í mvg-afturbering til teirra, sum hava keypt elbil.

Frá 2017 til 2022 var afturberingin 68,4 milliónir.

Sambært Akstovuni komu 1568 elbilar frá 2013 til 1. desember í ár.

Tað upplýsir Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Steffan Klein Poulsen, løgtingsmann.

Hann spurdi, hvussu nógv grøni stuðulin kostar.


Skásetingargjald og hitapumpur

Ruth Vang sigur, at ikki er lætt at svara um skrásetingargjaldið, men stuðulin kann sigast at vera millum 60.000 og 100.000 kr. fyri hvønn elbil. 

Tí tað rinda flestu vanligir bilar í skrásetingargjaldi.

Var eingin stuðul, keyptu fólk vanligar bilar og ikki elbilar, sigur Ruth Vang.

Steffan Klein Poulsen spurdi eisini um afturberingina til teirra, sum fáa sær hitapumpu.

Har svarar Ruth Vang, at til 1. desember í ár er afturberingin 25,8 milliónir.

Frá 2017 til 2022 vóru 30,4 milliónir í meirvirðisgjaldi borin aftur.

Var eingin afturrindan, høvdu fólk neyvan í sama mun lagt um til grønar hitaskipanir, sigur Ruth Vang. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andaktin
175305
Mánadag 20. mai
Andaktin
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269