Byggja verjugarðar í Íslandi

Byggja verjugarðar í Íslandi
Verjugarðarnir skulu eisini verja undirstøðukervið í útsynningspartinum av landinum
Frá arbeiðnum upp á verjugarðin við Grindavík.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
21.11.2023 - 08:44

Arbeiðið at gera verjugarðar við orkuverkið í Svartsengi, Grindavík og Bláa lónið í Íslandi gongur framá.  

Arbeitt verður allan sólarringin.

Verjugarðarnir skulu eisini verja undirstøðukervið í útsynningspartinum av landinum. 

Fyrsti verjugarðurin er tveir til tríggjar metrar høgur við Sundknúk, Hann er liðugur.

 

Trý sløg

Talan er um trý sløg av verjugarði:

- byrgingar, sum skulu forða gosbræðingini

- kanalgarðar, sum skulu beina gosbræðingina burtur frá vegum og býnum, og um neyðugt út á sjógv.

- og stórar og djúpar veitir.

 

Byrgingar ikki so góðar

Byrgingar kunnu eisini gerast, men tær hava víst seg ikki at vera so góðar sum byrgingar, ið stýra gosbræðingini.

Størsti arbeiðstakari í Íslandi á hesum øki ger arbeiðið við 25 til 30 maskinum, sum grava tilfar, grús og lava, og 25 lastbilar koyra tilfarið til byggiplássið.

Arbeiðið at gera verjugarðin á Reykjanesi er eitt av størstu verjuátøkum á landi í søgu Íslands, skrivar íslendska kringvaprið, RÚV.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Leygardag 11. mai
Vikan 11. mai 2024
174917
Leygardag 11. mai
Morgunlestur leygardagur 11. mai 2024
174299
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843