Hin rusuti

Hin rusuti á Kilimanjaro (4:8)
28-11-2023
Hesa ferð um at vakna við frosti á tjaldinum, um at venja seg við hæddirnar og annars prát við eitt nú tríggjar vinmenn, sum gjørdu av at náa Kilimanjaro, áðrenn teir verða 30

Hesa ferð um at vakna við frosti á tjaldinum, um at venja seg við hæddirnar og annars prát við eitt nú tríggjar vinmenn, sum gjørdu av at náa Kilimanjaro, áðrenn teir verða 30 ár. 

Í februar 2023 setti Jens Jákup Hansen sær fyri at ganga uppá hægsta fjall í Afrika. Toppurin á Kilimanjaro er 5.895 metrar omanfyri vatnskorpuna. Við á túrinum er Gundur Mortensen. Teir kennast frá fjallabjargarunum og eru vinir. Í sendingini síggja vit, hvussu gongur á ofta truplu royndini at náa toppin á Afrika. Tað er ikki uttan orsøk, at Jens Jákup gongur henda avbjóðandi túrin. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið, Hin Rusuti, sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD.

Hin rusuti

Jens Jákup Hansen er hin rusuti. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið "Hin Rusuti" sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD. Eitt nú hevur hann hin rusuti verið á Kilimanjaro og Aconcagua.

Kom við hinum rusuta upp á Aconcagua, sum er næsthægsta fjall av teimum sjey heimstoppunum. Jens Jákup hevur sett sær fyri at vísa, at ADHD-arar kunnu tað sama sum onnur.
28-03-2024
Síðsti partur á ferðini niðan á Kilimanjaro. Vit herja á kl. hálvgum eitt um náttina í myrkri og 25 kuldastigum við merkinum í ryggsekkinum.
26-12-2023
Í næstseinasta parti gera vit okkum klár til topp-royndina og fáa síðstu læknakanningina.
19-12-2023
Hesa ferð stríða vit okkum niðan á 4.600 metra hædd at eta døgurða við larmandi amerikanarum.
05-12-2023
Hesa ferð um at vakna við frosti á tjaldinum, um at venja seg við hæddirnar og annars prát við eitt nú tríggjar vinmenn, sum gjørdu av at náa Kilimanjaro, áðrenn teir verða 30
28-11-2023
Hesa ferð fara vit úr fyrstu leguni, og kuldin byrjar at merkjast.
21-11-2023
Vesið er defekt, og viðførið er eftir í Doha, so okkurt má gerast. Kom við fyrsta dag í Afrika.
14-11-2023
Hesaferð síggja vit, hvussu tað gekk, tá vit flugu úr Keypmannahavn, umvegis Doha, til Kilimanjaro airport. Tað gekk ikki eftir vild.
07-11-2023