Hin rusuti

Hin rusuti á Kilimanjaro (1:8)
07-11-2023
Hesaferð síggja vit, hvussu tað gekk, tá vit flugu úr Keypmannahavn, umvegis Doha, til Kilimanjaro airport. Tað gekk ikki eftir vild.

Hesaferð síggja vit, hvussu tað gekk, tá vit flugu úr Keypmannahavn, umvegis Doha, til Kilimanjaro airport. Tað gekk ikki eftir vild.

Í februar 2023 setti Jens Jákup Hansen sær fyri at ganga uppá hægsta fjall í Afrika. Toppurin á Kilimanjaro er 5.895 metrar omanfyri vatnskorpuna. Við á túrinum er Gundur Mortensen. Teir kennast frá fjallabjargarunum og eru vinir. Í sendingini síggja vit, hvussu gongur á ofta truplu royndini at náa toppin á Afrika.

Tað er ikki uttan orsøk, at Jens Jákup gongur henda avbjóðandi túrin. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið, Hin Rusuti, sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD.

Hin rusuti

Jens Jákup Hansen er hin rusuti. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið "Hin Rusuti" sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD. Eitt nú hevur hann hin rusuti verið á Kilimanjaro og Aconcagua.

Kom við hinum rusuta upp á Aconcagua, sum er næsthægsta fjall av teimum sjey heimstoppunum. Jens Jákup hevur sett sær fyri at vísa, at ADHD-arar kunnu tað sama sum onnur.
28-03-2024
Síðsti partur á ferðini niðan á Kilimanjaro. Vit herja á kl. hálvgum eitt um náttina í myrkri og 25 kuldastigum við merkinum í ryggsekkinum.
26-12-2023
Í næstseinasta parti gera vit okkum klár til topp-royndina og fáa síðstu læknakanningina.
19-12-2023
Hesa ferð stríða vit okkum niðan á 4.600 metra hædd at eta døgurða við larmandi amerikanarum.
05-12-2023
Hesa ferð um at vakna við frosti á tjaldinum, um at venja seg við hæddirnar og annars prát við eitt nú tríggjar vinmenn, sum gjørdu av at náa Kilimanjaro, áðrenn teir verða 30
28-11-2023
Hesa ferð fara vit úr fyrstu leguni, og kuldin byrjar at merkjast.
21-11-2023
Vesið er defekt, og viðførið er eftir í Doha, so okkurt má gerast. Kom við fyrsta dag í Afrika.
14-11-2023
Hesaferð síggja vit, hvussu tað gekk, tá vit flugu úr Keypmannahavn, umvegis Doha, til Kilimanjaro airport. Tað gekk ikki eftir vild.
07-11-2023