TAKS fær gott skoðsmál

TAKS fær gott skoðsmál
Í einari nýggjari kanning hjá OECD fær TAKS gott skoðsmál fyri at røkja sín lut í altjóða skattasamstarvinum hjá OECD
TAKS hevur neyðugu heimildirnar til at røkja skattasamstarvið í OECD
Mynd: Savnsmynd  
 
12.10.2023 - 07:27

Parturin hjá TAKS í altjóða samstarvinum um at útveksla skattaupplýsingar er væl og virðiliga góðkendur.

Hetta stendur at lesa í nýggjari kanning hjá OECD.

147 lond eru við í skattasamstarvinum OECD, sum er altjóða samstarv um búskap og menning.

Skattamyndugleikar í øðrum londum kunnu fáa avrit av kontum, sum fólk í teimum londunum hava í Føroyum. 

Og TAKS kann fáa avrit av kontum, sum skattaborgarar í Føroyum hava í øðrum londum.

 

TAKS hevur neyðugu heimildirnar

OECD hevur kannað, um lóggáva og umsiting í Føroyum tryggja, at neyðugar upplýsingar eru tøkar, um TAKS hevur nóg góða heimild at heinta tær og kann útveksla tær skjótt og trygt.

Tíggju slík grundleggjandi viðurskifti vóru kannað, og Føroyar luku øll til lítar, skrivar TAKS.

Álitið er skapt í felagsskapi millum TAKS, Skráseting Føroya, Fíggjarmálaráðið og danska fíggjareftirlitið.

 

Avleiðing av bankakreppuni

Arbeiðið hjá OECD við at útveksla skattaupplýsingar millum londini byrjaði eftir altjóða bankakreppuna í 2008. 

Føroyar komu spakuliga við í 2011.

OECD er altjóða samstarv um búskap og menning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV