Svøríki og Noreg hækka rentuna

Svøríki og Noreg hækka rentuna
Danski tjóðbankin hevur eisini hækkað leiðandi rentuna, men rentan í USA verður óbroytt
Leiðandi rentan í Noregi er nú 4,25 prosent.
 
21.09.2023 - 15:44

Svenski tjóðbankin hækkar leiðandi rentuna 0,25 prosentstig, upp í fýra prosent.

Og útlit eru til, at hon hækkar uppaftur meira, sigur Ríkisbankin í dag. 

Stutt fyri summarfrítíðina hækkaði bankin leiðandi rentuna upp í 3,75 prosent, sum var tað hægsta síðani oktober 2008. 

Eisini norski tjóðbakin hækkar rentuna 0,25 prosentstig,  upp í 4,25 prosent. 

- Um neyðugt verður at hækka rentuna uppaftur meira, veldst um búskaparligu gongdina. Men leiðandi rentan hækkar helst aftur í desember, sigur Ida Wolden Bache, tjóðbankastjóri.

 

Danmark eisini hækkað rentuna

Danski tjóðbankin hækkaði leiðandi rentuna seinasta hósdag 0,25 prosentstig, upp í fýra prosent.

Hetta var gjørt, tí evropiski miðbankin fyrr um dagin hevði hækkað sína leiðandi rentu.

- Hetta verður gjørt orsakað av fast-kurs-politikkinum, so danska krónan hvørki verður dýrari ella bíligar mótvegis evruni, sigur danski tjóðbankin.

 

Amerikanski miðbankin broytir ikki rentuna í hesum umfari.

 

Óbroytt renta í USA

Amerikanski miðbankin broytir ikki leiðandi rentuna. 

Tað kunngjørdi bankin eftur rentufund í gjár. 

Leiðandi rentan verður sostatt liggjandi millum 5,25  og 5,5 prosent.

Men rentustigið er tað hægsta í USA í 22 ár.

Federal Reserve rør tó framundir, at nýggj rentuhækking helst verður seinni í ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831