Vit kunnu so nógv meira

Vit kunnu so nógv meira - 6. partur
10-10-2023
Í hesari sendingini eru vit á vitjan í Streymnesi og í Leirvík.

Anna Maria Sivertsen og maðurin Mórits Sørensen hava festi í Streymnesi, har tey hava gott og væl 400 áseyðir. Tað fáa vit eitt prát um og vit tosa eisini við hana um eplini, sum hon og maðurin hava gjørt rættiliga nógv við í seinastuni. Í bygdini hava tey tvær veltur, sum eru umleið 4.000 fermetrar til víddar og tær geva teimum umleið átta tons av eplum.

Vit eru eisini á vitjan í Leirvík, har vit hitta Rasmus Norup, sum fyri tíggju árum síðan kom til Føroya at taka sær av garðinum í Leirvík, sum tá stóð uttan festara. Rasmus var bara 23 ára gamal, tá hann kom til Føroya, hann kendi ikki eitt menniskja her, men kortini gjørdi hann av, tá eitt ár var farið, at søkja um at yvirtaka festið, tá myndugleikin setti tað til sølu. Landbúnaður var tó ikki ókendur fyri unga danan, tí pápi hansara er eisini bóndi, men tað varð ikki í Danmark, at hann gjørdist bóndi, men í Føroyum. Rasmus Norup arbeiðir í løtuni við at byggja nýtt fjós á Hagaleiti í Leirvík.

Lagt sendindinga til rættis og klipt hevur Sveinur Tróndarson.

Vit kunnu so nógv meira

Stórar broytingar hava verið í føroyskum landbúnaði seinastu árini. Serliga er tað millum teirra, sum framleiða mjólk, at broytingarnar eru hendar. Um aldarskiftið vóru millum 60 og 70 garðar. Í dag eru bara 14 ella 15 framleiðslueindir eftir. Hvønn týdning hevur henda broytingin havt og hvørjar møguleikar gevur hon? Ikki bara á teimum gørðunum, sum eru eftir, tí teir hava lættari við at fáa gerandisdagin at hanga saman, men eisini í sambandi við aðra framleiðslu.
Í hesari sendingini eru vit á vitjan á Kalsoynni, har vit fyrst vitja bóndan á Syðradali og síðan fara vit til Trøllanesar.
01-11-2023
Í hesari sendingini eru vit á vitjan úti á Bø á Eiði.
24-10-2023
Í hesari sendingini vitja vit seyðabóndurnar Eyðstein Jensen, festari á Selatrað, og Jón Nónklett, festari í Lamba. Vit hitta eisini Øssur Sverrason Egholm.
17-10-2023
Í hesari sendingini eru vit á vitjan í Streymnesi og í Leirvík.
10-10-2023
Í hesi sendingini eru vit á vitjan í Kvívík og á Velbastað.
03-10-2023
Í hesari sendingini tosa vit við Jóannes Johannesen, bónda í Miðstovu á Sandi, Ottar Hentze, bónda í Uttastovu á Sandi, og við Eynar Martin Kjærbo, á Hamarsgarði í Skálavík
26-09-2023
- ein sending um føroyskan landbúnað. Í hesari sendingini tosa vit við Thorvald Lützen, sum nú er fyrrverandi bóndi í Syðradali á Streymoynni.
19-09-2023
- ein sending um føroyskan landbúnað
13-09-2023
- ein sending um føroyskan landbúnað
06-09-2023