- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit kunnu so nógv meira
Jóannes í Miðstovu og Ottar Hentze hava nú í nøkur ár verið millum teirra, sum hava gjørt nógv við grønmeti. Tað byrjaði í smáum við Veltuni fyri átta árum síðan ella so, men nú eru bóndurnir sjálvir farnir at gera meira og meira við grønmetisframleiðsluna, sum hevur sera góða undirtøku millum fólk.
Tað manglar tó nógv í, áðrenn vit vera sjálvforsýnandi við grønmeti, og ein spurningur er tí, hvussu vit kunnu koma víðari við framleiðsluni frá tí, sum vit hava nú. Tað er nakað av tí, sum vit tosa við bøndurnar um.
Eisini hava vit verið ein túr á Hamarsgarði í Skálavík, sum Eynar Martin Kjærbo hevur sitið við í 25 ár nú. Hann hevði bæði neyt og seyð, men fyri einum mánað síðan gjørdi hann av at selja mjólkarkvotuna, tí tað lívið var ov strævið og tað vóru eingi útlit til, at hann slapp framat einum nýggjum fjósi; hvørki sjálvur ella saman við øðrum.
Lagt sendindinga til rættis og klipt hevur Sveinur Tróndarson.