Stuðul kom ongantíð á konto hjá B68

Stuðul kom ongantíð á konto hjá B68
Skuld frá einum av høvuðsstuðlunum hjá B68 bleiv í summar brúkt til at trýsta nevndina í fótbóltsfelagnum. Úrslitið var, at formaðurin og nærum øll nevndin legði frá sær
 
04.09.2023 - 18:55

Á troyggjunum hjá besta mansliðnum hjá B68 stendur "MB Ibeta". Felagið við heldur ókenda navninum er nevniliga millum høvuðsstuðlarnar hjá toftamonnum.

Tvey ára stuðulsavtala millum MB Ibeta og B68 varð undirskrivað í apríl í fjør. Sambært stuðulsavtaluni skuldi B68 fáa 200.000 krónur um árið í 2022 og 2023. Men enn er ikki ein króna komin í felagskassan hjá fíggjarliga sperda B68.

MB Ibeta er eitt felag í Litava, sum gjøgnum dóttirfelagið Farosta samstarvar við SnarHús.

Til fyri stuttum leigaði SnarHús ovastu hæddina av B68-húsinum, har arbeiðsmenn úr Litava hava búð. Men eisini her var sera trupult hjá B68 at fáa pengarnar fyri húsaleiguna í felagskassan. Tí vórðu litavsku arbeiðsmenninir koyrdir á dyr.

Í juli mánaða var fíggjarliga støðan í B68 somikið spent, at spælararnir reelt vórðu fríttstillaðir úr felagnum. Felagið kundi ikki veita teimum vissu fyri, at teir fóru at fáa sína løn. Hóast flytingarvindeygað var opið, so valdu spælararnir tó at vera verandi í felagnum.

 

B68 fekk ongantíð hálva mió.

Til samans er talan um eina góða hálva millión krónur, sum B68 ikki hevur fingið inn, partvís frá MB Ibeta og partvís fyri leigu av loftinum í B68-húsinum. Og tað trýstir gjaldførið hjá felagnum.

Samstundis – tað vil siga tíðliga í juli mánaða í ár - fær nevndin at vita, at pengarnir skulu nokk koma. Men teir koma tó ikki fyrr enn eftir eykaaðalfundin, sum skal vera 24. august.

Boðini koma frá Høgna Petersen, sum hevur samband við felagið MB Ibeta, og sum eisini er virkin í B68.

Einasta punkt á skránni til eykaaðalfundin 24. august er val av nevnd. Tað liggur í kortunum, at tá skal nevndin í B68 skiftast út.

 

Onga viðmerking

Á eyka-aðalfundinum varð Høgni Petersen valdur til nýggjan formann í B68.

Hann hevur í dag ongar viðmerkingar til sítt samband við MB Ibeta, og hví hann bar nevndini boðini um at MB Ibeta fór at gjalda pengarnar, men ikki fyrr enn eftir eykaaðalfundin. Hann vil heldur ikki upplýsa, um pengarnir eru fluttir til B68, nú nýggj nevnd er komin til.

Ian Jacobsen, sum var formaður í B68 til eykaaðalfundin 24. august, hevur ongar viðmerkingar til málið. Hann sigur bara, at hann legði frá sær, tí tað eftir hansara tykki var best fyri B68.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216