Bakkafrost helst mist nógvan laks

Bakkafrost helst mist nógvan laks
Bakkafrost hevur boðað Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Umhvørvisstovuni frá, at illgruni er um, at laksur er sloppin úr tveimum aliringum á Hovsfirði fyrr í ár
Tað er á Hovsfirði at hol er komið á tveir aliringar hjá Bakkafrosti
 
20.06.2023 - 18:38

Tað var í februar-mars, at staðfest varð, at hol var ovarlaga í tveimum av ringunum á Hovsfirði.

Keldur, sum Kringvarpið hevur tosað við, siga, at eitt stórt hol var í ringinum, og at allur fiskurin var sloppin.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, váttar, at hol kom á tveir aliringar í illveðrinum, sum var í februar-mars. Hann avsannar tó, at allur fiskurin slapp.

Regin Jacobsen vil ikki gera samrøðu við útvarpið um hendingina, men sigur í stuttari viðmerking, at Bakkafrost beinanvegin boðaði røttu myndugleikunum - í hesum føri Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Umhvørvisstovuni - frá, at illgruni var um, at laksur var sloppin úr aliringum á Hovsfirði.

Júst hvussu nógvur fiskur slapp úr ringunum, ber ikki til at staðfesta fyrr enn seinni í summar, tá laksurin, sum nú gongur í ringunum, verður tikin.

Bakkafrost hevur í løtuni 7 aliringar á Hovsfirði. Millum 120.000 og 140.000 fiskar eru í hvørjum ringi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV