Elias og Kiel skulu spæla um Champions League-gullið

Elias og Kiel skulu spæla um Champions League-gullið
Elias Ellefsen á Skipagøtu var ikki á vøllinum, tá THW Kiel vendi øllum á høvdið og vann við 10 málum ímóti Montpellier í CL-fjórðingsfinaluni. Nú bíðar Final4 í Køln
Elias Ellefsen á Skipagøtu (uttast t.h.) kom ikki á vøllin í fjórðingsfinaluni
Mynd: EHF  
 
02.05.2024 - 19:30

Elias Ellefsen á Skipagøtu var ikki á vøllinum, tá liðfelagarnir í THW Kiel, við Eric Johansson á odda, vunnu stórsigur á Montpellier í Champions League-fjórðingsfinaluni í dag.

Norðurtýska stórfelagnum tørvaði eitt undur eftir níggju mála tapið í Fraklandi fyri eini viku síðan. Men saman við heimafjøldini, sum taldi fleiri túsund, eydnaðist at venda øllum á høvdið og spæla seg í Final4 í Køln.

Føroyski spælskiparin sat uttanfyri allan dystin - kanska orsakað av knæskaðanum, sum hann fekk fyri eini góðari viku síðan - og hevur nú eina viku at gerast klárur til playoff-dystirnar hjá Føroyum ímóti Norðurmakedónia. Hin fyrri verður á heimavølli 8. mai.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur sagt við KvF, at hann ivaleyst fór at røkka teimum báðum dystunum, sum kunnu senda manslandsliðið til HM-endaspælið í januar.

Bestu bitarnir úr dystinum kunnu síggjast her. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Hósdag 16. mai
RagnarRokk 16.mai 2024
174157
Nýggjastu sendingar í SV