Russland hartar Ísland, tí tað stongir sendistovuna í Moskva

Russland hartar Ísland, tí tað stongir sendistovuna í Moskva
Í fráboðan frá russiska uttanríkisráðnum verður íslendska avgerðin lýst sum 'óvinarlig', og at hon forkemur samstarvinum millum londini
Sergei Lavrov er uttanríkisráðharri í Ísland
 
10.06.2023 - 17:51

Russiska stjórnin hevur svarað Íslandi aftur, nú Ísland í gjár boðaði frá, at sendistovan í Moskva stongir 1. august.

- Anti-russisku handlingarnar frá teimum ráðandi í Reykjavík fáa heilt vist aftursvar, sigur russiska uttanríkisráðið.

Russiska stjórnin hevur boðað frá tiltøkum eftir íslendsku avgerðina um at stongja sendistovuna í Moskva, har ísland eisini krevur, at russiski sendiharrin í Íslandi skal fara av landinum. Tað skrivar AFP-tíðindastovan.

Óvinarlig avgerð

Í fráboðanini frá Russlandi verður íslendska avgerðin lýst sum 'óvinarlig', og at hon forkemur samstarvinum millum londini.

Russland minnir á, at tað var fyrsta landið, sum viðurkendi Ísland sum sjálvstøðuga tjóð, og at Russland hjálpti Íslandi at verja íslendsk áhugamál í truplum tíðum. 

- Avgerðin hjá Íslandi verður havd í huga í komandi samskifti millum londini, sigur russiska uttanríkisráðið í fráboðanini.

Vistu av ongum

Tað var íslendski uttanríkisráðharrin Þórdís Kolbrún Reykfjörð Gylfadóttir, sum í gjár boðaði frá avgerðini, og segði samstundis, at stjórnin væntar við hesum lítið virksemi á russisku sendistovuni í Íslandi, og tí verður mælt til, at russiski sendiharrin Mikhail Noskov, fer heimaftur til Russlands.

Ivan Glinkin, talsmaður fyri russisku sendistovuna í Íslandi, sigur við íslenska kringvarpið, RUV, at avgerðin kom óvæntað.

Nú bíðar russiska sendistovan eftir nærri boðum frá russisku myndugleikunum um næsta stig.

Fakta:

AFP-tíðindastovan skrivar, at Ísland var fyrsta landið, sum gavst við øllum virksemi á sendistovu síni í Russlandi, eftir russisku innrásina í Ukraina.

Fleiri lond hava síðani minkað um virksemi sítt á sendistovum í Russlandi, skrivar íslendska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 27. apríl
Sement 2024 3:3 - finala
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101