Sunda kommuna fekk 9,4 mió. kr. meira í kassan enn væntað

Sunda kommuna fekk 9,4 mió. kr. meira í kassan enn væntað
Inntøkuvøksturin stavar frá einum vøkstri á øllum inntøkupostum - bæði í mun til seinasta ársroknskap og fíggjarætlan, skrivar Sunda Kommuna
Mynd: Savnsmynd  
 
05.06.2023 - 11:20

Sunda Kommunu hevur samtykt ársroknskapin fyri 2022.

Samlaðu inntøkurnar í fjør vóru 102,6 mió. kr. Hetta var 9,4 mió. kr. ella 10,1% hægri enn mett í fíggjarætlanini, skrivar kommunan.

Talan er um ein vøkstur á 4,9 mió. kr. ella 5,3%. Inntøkuvøksturin stavar frá einum vøkstri á øllum inntøkupostum - bæði í mun til seinasta ársroknskap og fíggjarætlan, skrivar Sunda Kommuna.

Rakstrarútreiðslurnar í 2022 vóru 79,9 mió. kr. Samanborið við fíggjarætlanina fyri 2022 var hetta 3,6 mió. kr. ella 4,3 % lægri, og sammett við ársroknskapin fyri 2021 vaks raksturin við 8,6 mió. kr. ella 12,1%.

Íløgurnar hjá kommununi í fjør vóru 16,6 mió krónur, og tær vóru serliga til at fyrireika útstykkingar, men eisini í kirkjugarð og annað.

Nettoskuldin hjá Sunda Kommunu var knappar 30 milliónir krónur, sum er ein góður triðingur av skuldarloftinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216