Hin rusuti

Hin rusuti á Aconcagua
28-03-2024
Kom við hinum rusuta upp á Aconcagua, sum er næsthægsta fjall av teimum sjey heimstoppunum. Jens Jákup hevur sett sær fyri at vísa, at ADHD-arar kunnu tað sama sum onnur.

21. januar 2022 fekk tá 46 ára gamli Jens Jákup Hansen staðfest ADHD. Hann skrivaði um sína diagnosu á sosialu miðlunum. Hann greiddi m.a. frá, hvussu tað var at fáa ADHD staðfest sum vaksin. Tað vísti seg, at nógvir menn vóru í somu støðu sum hann, men ikki tordu at lata seg kanna. Í 2023 fór hann undir eitt átak at varpa ljós á ADHD og savna pening inn til ADHD-felagið. Sum liður í hesum varð ein facebookvangi við navninum "Hin rusuti" gjørdur. Hann setti alt árið av til at siga frá ADHD og gera ymiskar filmar, sum vórðu lagdir út á Facebook. Endin á átakinum var ein ferð upp á Aconcagua, sum er næsthægsta fjall av teimum sjey heimstoppunum, á enskum The Seven Summits, fyri at vísa á, at ADHD-arar kunnu tað sama sum onnur.

Hin rusuti

Jens Jákup Hansen er hin rusuti. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið "Hin Rusuti" sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD. Eitt nú hevur hann hin rusuti verið á Kilimanjaro og Aconcagua.

Kom við hinum rusuta upp á Aconcagua, sum er næsthægsta fjall av teimum sjey heimstoppunum. Jens Jákup hevur sett sær fyri at vísa, at ADHD-arar kunnu tað sama sum onnur.
28-03-2024
Síðsti partur á ferðini niðan á Kilimanjaro. Vit herja á kl. hálvgum eitt um náttina í myrkri og 25 kuldastigum við merkinum í ryggsekkinum.
26-12-2023
Í næstseinasta parti gera vit okkum klár til topp-royndina og fáa síðstu læknakanningina.
19-12-2023
Hesa ferð stríða vit okkum niðan á 4.600 metra hædd at eta døgurða við larmandi amerikanarum.
05-12-2023
Hesa ferð um at vakna við frosti á tjaldinum, um at venja seg við hæddirnar og annars prát við eitt nú tríggjar vinmenn, sum gjørdu av at náa Kilimanjaro, áðrenn teir verða 30
28-11-2023
Hesa ferð fara vit úr fyrstu leguni, og kuldin byrjar at merkjast.
21-11-2023
Vesið er defekt, og viðførið er eftir í Doha, so okkurt má gerast. Kom við fyrsta dag í Afrika.
14-11-2023
Hesaferð síggja vit, hvussu tað gekk, tá vit flugu úr Keypmannahavn, umvegis Doha, til Kilimanjaro airport. Tað gekk ikki eftir vild.
07-11-2023