Manchester United stjørna: - Teir vóru djarvir

Manchester United stjørna: - Teir vóru djarvir
Føroyska landsliðið vísti dirvi, helt Manchester Uited-framherjin, Rasmus Højlund, eftir at hann og liðfelagarnir høvdu vunnið 2-0 á Brøndby Stadion
26.03.2024 - 22:31

Manchester United-stjørnan Rasmus Højlund rósti avrikinum hjá føroyska landsliðnum eftir at Danmark hevði vunnið 2-0 á Brøndby Stadion týskvøldið.

 - Teir royndu at spæla seg fram eftir vøllinum. Tað vórðu teir sjálvandi eisini revsaðir fyri tíðliga í dystinum, segði Rasmus Højlund.

Hann sipar til fyrra málið hjá dønum í 8. minutti, tá Gunnar Vatnhamar misti ein bólt stutt frá føroyska málinum, og Pierre-Emile Højbjerg fekk ein ókeypis kjans at leggja Danmark á odda.

Ungi framherjin varð spurdur, um tað er skilagott hjá Danmark at spæla venjingardyst ímóti Føroyum stutt undan EM-endaspælinum í summar, har danir fara at fáa munandi meir mótstøðu, men tað vildi hann ikki svara upp á.

Hann lat sum heild væl at fyrireikingunum hjá Danmark, sum annars hevur fingið nógvar ákoyringar fyri laku avrikini seinastu árini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098