VIDEO: Tivoliøkið er aftur í miðbýnum

VIDEO: Tivoliøkið er aftur í miðbýnum
Tórshavnar ítróttarráð hevur valt at flyta tivoliøkið av Skálatrøð og inn í sjálvan miðbýin, sum tað plagdi at vera í gomlum døgum, fyri at savna fólk aftur
27.07.2022 - 13:54

Fólk, ið eru komin eitt sindur til árs, minnast óivað, at tombolabásarnir, fiskibrunnarnir og skjótiteltini vóru partur av miðbýnum í Havn á ólavsøku. 

Seinni árini hevur alt tivoliøkið tó verið savnað á Skálatrøð. 

Hetta hevur gjørt, at barnafamiljur ofta ikki hava verið at sæð í miðbýnum á sama hátt sum fyrr. 

 

Aftur til gamla leistin

Tað vil Tórshavnar ítróttarráð nú broyta, tí farið verður aftur á gamla leistin við at hava tivoliøkið í sjálvum miðbýnum. 

Í videobrotinum greiðir Harald Joensen, formaður í Tórshavnar ítróttarráð, frá, at hoppiborgirnar hjá Tórshavnar ítróttarráði vera í garðinum hjá Finsen, sum er gamli Kommunuskúlagarðurin. 

So vera básar og telt við øllum tí, sum hoyrir til eitt tivoliøki, so frá Auto og oman eftir gongugøtuni. 

"Málið er at savna fólk aftur í miðbýnum," sígur Harald Joensen millum annað í samrøðu við Alisu Stephansdóttir Myllhamar Mølvig. 

Alt yvirskotið av tivolinum hjá Tórshavnar ítróttarráði í miðbýunum fer óskert til ítróttin í Tórshavnar kommunu, og øll, sum manna básarnar, skjótiteltini og annað, eru sjálvboðin. 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444