Javnaðarflokkurin gloppar dyrnar

Javnaðarflokkurin gloppar dyrnar
Men gjøldini skulu vera hægri, tá tað gongur væl í vinnuni, og so skal proppur setast í fyri nýggjum útlendskum kapitali, sigur Aksel V. Johannesen
26.02.2021 - 19:55

Teir tríggir andstøðuflokkarnir - Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn - eru boðsendir á fund við Jørgen Niclasen mikudagin í næstu viku. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil tosa um møguleikarnar fyri at finna eina breiða semju um eina varandi skipan við veiðigjøldum, ið skal avloysa verandi krónugjøld.

Leisturin er í stuttum, at ein ávísur prosentpartur av miðal avreiðingarprísinum árið fyri verður umroknaður til krónur og ásettur sum veiðigjald árið eftir. Prosentparturin er ymiskur, alt eftir um miðalprísurin er lágur ella høgur.

Javnaðarflokkurin við hava størri spenni í prosentpartin - bæði soleiðis at minni verður goldið av vánaligum prísum og meira verður goldið av høgum prísum. Og so ynskir flokkurin eisini, at sjófeingislógin verður broytt, soleiðis at nýggjur, útlendskur kapitalur ikki longur sleppur inn í føroysku fiskivinnuna.

Í innslagnum er samrøða við Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum. Síðani meta Annita á Fríðriksmørk, fyrrverandi løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, um útlitini fyri breiðu semjuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098