Fimti ár síðani mánaferðina

Fimti ár síðani mánaferðina
Jan Müller, journalistur, var í sjónvarpsstovuni og segði frá, hvussu hann fylgdi við rúmdarferðunum sekstiárini
16.07.2019 - 19:32

Í dag eru fimti ár síðani teir tríggir, Neil Armstrong og Buzz Aldrin og Michael Collins, fóru í rakettina, Apollo 11, sum stóð klár á Kennedy-rúmdarstøðini í Florida, at flúgva teir upp í ringrás kring mánan.

Har skuldu Neil Armstrong og Buzz Aldrin fara í lendingarfarið, ið skuldi seta teir niður á mánan, sum teir fyrstu nakrantíð, meðan Michael Collins skuldi vera eftir í rúmdarfarinum Apollo 11.

Árini framman undan høvdu amerikanarar í túsundatali arbeitt upp á ætlanina hjá John F. Kennedy, forseta, sum hevði sett sær fyri, at USA skuldi seta fólk á mánan, áðrenn sekstiárini vóru runnin.

Tað var undir kalda krígnum, at USA og Sovetsamveldið fóru at kappast um at gera seg galdandi í rúmdini. Russarar vóru teir fyrstu at senda ein fylgisvein í ringrás um jørðina og Juri Gagarin var fyrsti maður í rúmdini.

Amerikananar vildu ikki vera aftari - og arbeiðið at seta fólk á mánan eydnaðist í juli mánað 1969.

Gestur í sjónvarpsstovuni er Jan Müller, journalistur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098