Rebekka fekk silvurið á 800 metrum

bannari
Rebekka fekk silvurið á 800 metrum
Rebekka Fuglø varð nummar tvey í 800 metra renningini og vann sítt triðja heiðursmerki hesar Oyggjaleikirnar
12.07.2019 - 17:48

Rebekka Fuglø gjørdi sítt, tá Føroyar fekk ein góðan enda í frælsum ítrótti á Oyggjaleikunum.

Tað eydnaðist ikki at verja gullheiðursmerkið frá seinastu leikunum á Gotlandi. Til tað var Rachael Franklin av Isle of Man ov sterk, men føroyski rennarin var væl nøgd við annað plássið.

Rebekka Fuglø segði, at venjingarumstøður hennara hava ikki verið so góðar hesa ferð, og tí er hon glað um tey trý heiðursmerkini, sum hon hevur runnið heim til Føroyar. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098