Farvæl Lykken - Hello Joy

Mikukvøldið sýndi leikbólkurin Det Ferösche Compagnie leikin "Lykkenborg" fyri einari fullsettari Løkshøll í Runavík. 

Uppsetingin var sermerkt, tí hon var í stóran mun á enskum.

Orsøkin til tess er, at Det Ferösche Compagnie nú fer á ferð út um landoddarnar við leikinum, ið er vorðin eitt frámerki - eitt signatur - hjá virðislønta føroyska leikbólkinum.

Fyrsti steðgurin verður heimskenda leikhúsið The Barbican í London, har fimm sýningar eru á skránni frá 28. februar til 2. mars. 

"Hetta er ein stórur dreymur, ið gerst veruleiki fyri okkum í Det Ferösche Compagnie," staðfestir Búi Dam, leiklistarligur leiðari í Det Ferösche Compagnie. "Tey flestu okkara hava lisið í London, og The Barbican er staðið, har vit sjálvi hava havt tær stóru listarligu upplivingarnar, og sum eisini hava formað okkum sum listafólk og leikbólk. So hetta er stórt fyri okkum, og fyri føroyska leiklist sum heild."

Mikukvøldið var tískil eitt fyribils farvæl til "Lykkenborg", og eitt góðan dag til "Castle of Joy", sum leikurin eitur á enskum. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Keldur: 
"Lykkenborg", Høgni Mohr á Facebook 7. juni 2022 og "Lykkenborg: Rúmandi list", Turið Nolsøe, Dimmalætting 7. juni 2022


Lykkenborg

Frítekst tagging: 

Leikurin "Lykkenborg" snýr seg um syrgiligu lagnuna hjá Pól Jóhannusi Poulsen úr Miðvági, sum fekk eyknevnið Lykken. Pól Jóhannus bygdi sermerktu smáttuna Lykkenborg á trøðni hjá pápanum norðuri á Heiðum í Miðvági. Byggingin tók eini 20 ár, og var smáttan gjørd úr burturkasti. Sagt verður, at Lykkenborg hevði 108 rúm.

Pól Jóhannus, sum varð føddur í 1925, var serlyntur. Foreldrini itu Christian og Anna, og Pól Jóhannus var teirra 13. barn. Pól Jóhannus varð sum ungur sendur til Rødbygaard í Danmark, sum var ein stovnur undir donsku andveikraverndini, har nógvir menningatarnaðir føroyingar vóru sendir. Pól Jóhannus fekk eftir øllum at døma eyknevnið Lykken, tí beiggi Pól Jóhannusar skuldi vera komin heim av sjóferð við eini grammofonplátu. Á plátuni var sangurin "Lykken er ikke gods eller guld" eftir Charles Gandrup, og sum Pól Jóhannus spældi upp í saman. 

Hugskotið at siga søguna um Pól Jóhannus Poulsen fingu Kristina Sørensen Ougaard og Búi Dam á einari barr - sjálvandi -, ásanna tey bæði brosandi.  "Vit møttu kenda havnarmanninum Boga Øster, ið segði okkum søguna um Lykken og Lykkenborg, og søgan festi seg alt fyri eitt og bleiv við at spøkja." Endin varð, at Kristina og Búi fóru á kanningarferð til Miðvágs at tosa við fólk. "Vit settu okkum inn í bygdalívið og menniskjafatanina tá í tíðini, hvussu bygdin sá út og so framvegis. Burturúr arbeiðinum spurdist nærmast ein heil skaldsøga, ið vit so máttu kóka niður til leikin, sum vit kenna hann í dag."

"Lykkenborg" er ein kvøða til tær skeivu og krúllutu verurnar, orginalarnir, sum ikki passa inn í vanligu kassarnar, ið vit sum samfelag royna at kroysta øll fólk niðurí. "Eg haldi, at øll fólk kenna seg aftur í kensluni av ikki at passa inn, og kanska er tað orsøkin til, at leikurin er so væl umtóktur,"  hugleiðir Kristina Sørensen Ougaard, høvuðsleikari. 

Leikurin "Lykkenborg" er eisini eitt meistarverk, ið troytir allar sansirnar hjá áskoðarunum. Ljós og ljóð vera brúkt munadygt til at skapa sterku hugløgini, ið mynda leikin. Súni Joensen hevur staðið fyri at sniðgeva framúrskarandi ljóssetingina til leikin. 

Leikurin "Lykkenborg" er eisini nógv mentur, síðani hann varð frumsýndur í Listastovuni í Miðvági í 2022, ásanna Búi Dam og Kristina Sørensen Ougaard. Nú leikurin skal á ferð uttan fyri landoddarnar, er ljóðlistamaðurin og fasti limurin í Det Ferösche Compagnie, Jens L. Thomsen, komin "umborð" á verkætlanina, fyri at pimpa úttrykkið. 

"Lykkenborg" nemur eisini við nakað av tí svárasta í føroyskari sjúkra- og samfelagssøgu, nevniliga hvussu vit ikki altíð hava rúmað teimum, sum onkursvegna vóru øðrvísi.

Durita Sumberg Poulsen, ið er framleiðari og samskipar leikferðina hjá Det Ferösche Compagnie, heldur eitt vakið eyga við, at alt er sum tað skal vera. Hon fegnast um góða stuðulin, ið leikbólkurin hevur fingið frá fyritøkum, til at flyta "Lykkenborg" út um landoddarnar. 

Búi Dam, ið er leiklistarligur leiðari í Det Ferösche Compagnie, hevur skrivað handritið til Lykkenborg og er hjáleikari. Men eisini hann noyðist at taka eina hond í, fyri at fáa leikin pallsettan. 

Urd Johannesen, ið arbeiðir sum mentanarsamskipari í Runavíkar kommunu, er eisini fastur limur í Det Ferösche Compagnie, har hon er framleiðari og umsitingarligur stjóri. 

"Lykkenborg" er fyrsti leikurin í einari røð av trimum leikum um orginalar ella marginaliseraði fólk, ið Det Ferösche Compagnie arbeiðir við at pallseta. Annar leikurin í røðini hevur fingið arbeiðsheitið "Trælurin" og fer at snúgva seg um síðsta trælin í Føroyum. Triði leikurin verður um Sáru Malenu, ið var síðsta gandakellingin í Føroyum. 

Búi Dam og Kristian Sørensen Ougaard eru samd um, at tað góða við at enduruppseta leikir er, at tað gevur møguleikan at gera  tillagingar, ið styrkja leiklistarliga úttrykkið. 

Meistarliga pallmyndin hjá Sámali Blak er ein einføld ramma, sum gjøgnum smáar ella størri rørslur verður umskapað til allar tær støður og øll tey støð, sum Pól Johannus Poulsen ferðaðist í gjøgnum lívið. 

Ljóðmyndin, sum Dánjal á Neystabø, tónasmiður, hevur skrivað og spælir live undir leikinum, er framúrskarandi. Eitt slag av hjartaslátturi í leikinum, sum eisini sveipar leikin inn í heilt rætta huglagið.

Pól Jóhannus var serlyntur, og hann bleiv illa happaður, bukaður og spottaðura. Happing var ein inngrógvin partur av føroysku mentanin undir uppvøkstrinum hjá Lykken.  

"Lykkenborg" er eitt meistarligt leiklistarligt avrik av Kristinu Sørensen Ougaard, ið manar Pól Jóhannus og hansara krúllutu persónsmensku aftur til lívs. 

Tað er ikki so undarligt, tá mann hevur sæð "Lykkenborg" - uttan mun um tað er á føroyskum ella enskum - at leikurin verður roknaður sum ein varði í føroyskari leiklistasøgu. Talan er um leiklist av hægstu altjóða rók, og tí undrar tað í grundini ikki, at serliga søgan um merkiliga miðvingin eisini vekir áhuga uttan fyri landoddarnar. Søgan er í grundini altjóða. 

Fólkini, ið hava endurskapt Lykkenborg á pallinum, avvísa ikki, at leikurin verður aftur at síggja á føroyskum palli, hóast leikurin nú fer á ferð. "Ofta, tá tú hevur spælt ein leik í eina tíð, so fært tú eina sterka kenslu av, at hatta var tað. Nú eru vit liðug við hendan leikin, men ta kensluna havi vit slett ikki fingið enn við 'Lykkenborg'," staðfesta Búi Dam og Kristina Sørensen Ougaard. 

"Fyri meg er tað týdningarmikið, at vit sum einstaklingar og samfelag geva pláss fyri øllum Lykkenborgunum og rúma øllum strikunum," hugleiðir Kristina Sørensen Ougaard, høvuðsleikarin. "Hvat hevði verðin ikki verið fátæk og keðilig uttan tað skeiva, óperfekta, litfagra, øðrvísi, tilvildarliga og allar teir fløkjasligu hurlivasarnar – sum vit øll jú eru."

Ein vetrardag í 1971 bleiv Pól Jóhannus Poulsen burtur. Fimm mánaðir aftaná varð hann funnin deyður í einum hagaparti millum Oyrargjógv og Slættanes. Nakað aftaná, í 1978, brann Lykkenborg í Miðvági í grund.

Er kopiera