Kinesiskt námsvinnufelag stevnt Grønlandi, tí tað misti nýtsluloyvi

Kinesiskt námsvinnufelag stevnt Grønlandi, tí tað misti nýtsluloyvi
Fær London Mining Greenland ikki viðhald, krevur felagið meira enn 20 milliónir krónur í endurgjaldi frá grønlendska landsstýrinum
London Mining Greenland misti nýtsluloyvi, og hevur stevnt grønlendska sjálvstýrinum. (Savnsmynd: Sermitsiaq)
 
09.04.2024 - 14:54

Felagið London Mining Greenland, sum kinesarar eiga, hevur stevnt grønlendska sjálvstýrinum, tí tað heldur, at tað var ólógligt og í stríð við fyrisitingarrættin og sáttmálabrot, tá ið myndugleikarnir tóku nýtsluloyvi frá felagnum í 2021.

Tað vísir innlit, sum grønlendska blaðið Sermitsiaq hevur fingið í stevningina hjá felagnum.

Felagið heldur, at nýtsluloyvi eigur at vera galdandi.

Fær London Mining Greenland ikki viðhald í hesum, krevur felagið meira enn 20 milliónir krónur í endurgjaldi frá grønlendska landsstýrinum umframt seks milliónir krónur, sum felagið hevur rindað í trygd.

 

Vísa krøvunum aftur

Men grønlendskir myndugleikar vísa báðum krøvunum aftur.

London Mining Greenland fekk í oktober 2013 30 ára loyvi at seta í verk jarnmálmsvinnu í Isukasia.

Tað eydnaðist tó ikki felagnum, sum tá var bretskt, at útvega neyðuga fígging, - umleið 13 milliardir krónur, og árið eftir lótu bretar Luckford View Limited loyvi,  - hetta er dótturfelag hjá størsta innflytara av jarni og koli í Kina, - General Nice Group Holding.

Í november 2021 boðaði grønlendska landsstýrið í tíðindaskrivi frá, at freistin hjá London Mining Greenland ikki verður longd aftur, og at nýtsluloyvi tí skal latast inn aftur.

Landsstýrið hevði tá longt freistina tríggjar ferðir.

 

Vantandi framstig

Men fjórða umsóknin frá London Mining Greenland var havnað við grundgevingini, at vantandi framstig við verkætlanini og m.a. eisini, tí felagið ikki hevði rindað 1,5 milliónir krónur á trygdarkontuna, sum tryggjar nóg mikið av peningi til endaliga at rudda økið.

Innlitið vísir, at grønlendska sjálvstýrið fleiri ferðir hevur biðið felagið rindað 7,5 milliónir krónur á trygdarkontuna, men felagið rindaði bert seks milliónir.

Málið kemur eftir ætlan fyri í rættinum í januar 2025, skrivar Sermitsiaq.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Mánadag 29. apríl
Norðurljóð 29.apríl 2024
174355
Mánadag 29. apríl
Fer ein nýggjur venjari at bjarga KÍ
174334
Mánadag 29. apríl
Verið góð við móðurmálið
174325
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178