Håkan framt tríggjar broytingar

Håkan framt tríggjar broytingar
Venjarin hjá manslandsliðnum, Håkan Ericson, hevur framt tríggjar broytingar á føroyska liðnum til dystin móti Danmark, samanborið við teir, sum byrjaðu ímóti Liktinstein
Sølvi Vatnhamar byrjar inni á føroyska miðvøllinum ímóti Danmark í kvøld
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
26.03.2024 - 18:10

Håkan Ericson, høvuðsvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari hava framt tríggjar broytingar millum teir fyrstu ellivu, ið byrja móti Danmark, samanborið við dystin móti Liktinstein seinasta fríggjadag.

Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Hanus Sørensen, Hørður Askham, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari. Miðvøllin manna René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Brandur Olsen og Adrian Justinussen, og fremsti maður frá byrjan verður Jóan Símun Edmundsson.

Á beinkinum eru Teitur Gestsson, Bárður á Reynatrøð, Jann Benjaminsen, Bartal Wardum, Magnus Egilsson, Daniel Johansen, Arnbjørn Svensson, Mads Boe Mikkelsen, Andrass Johansen, Klæmint Olsen, Hannes Agnarsson, Petur Knudsen og Pætur Petersen. Fleiri av hesum kunnu rokna við at koma á vøllin í kvøld.

Venjingardysturin millum Danmark og Føroyar kann síggjast beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya frá klokkan 19:00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098