Vil varðveita skúlasamstarvið við Fuglafjarðar kommunu

Vil varðveita skúlasamstarvið við Fuglafjarðar kommunu
Meiriluti er í Eysturkommunu at slíta skúlasamstarvið við Fuglafjørð, men Hanna Jensen, býráðslimur, sigur, at hon fer at stríðast fyri at varðveita tað
Hanna Jensen, býráðslimur í Eysturkommunu, er ímóti at slíta samstarvið við Fuglafjarðar kommunu um framhaldsdeildina. (Savnsmynd)
 
21.03.2024 - 09:28

- Skúlasamstarvið millum Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu eigur at halda fram. 

Tað sigur Hanna Jensen, býráðslimur í Eysturkommunu. 

Greiður meirluti er í Eysturkommunu fyri at slíta verandi sáttmála, sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri.

 

Fuglafjarðar skúli. (Savnsmynd)

 

Býráðið fer nú at taka støðu til, um nýggjur sáttmáli skal gerast við Fuglafjarðar kommunu, ella Eysturkommuna skal stovna egna framhaldsdeild.

Hanna Jensen sigur, at hon fer at stríðast fyri framhaldandi skúlasamstarvi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

21032023_Skulasamstarv


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098