Forstjóri: "Føroya Banki er besta navnið, ið bankin kann hava"

Forstjóri: "Føroya Banki er besta navnið, ið bankin kann hava"
Eftir 14 ár skiftir BankNordik navn, og fer nú aftur at eita Føroya Banki, sum hann gjørdi upprunaliga
"Føroya Banki er besta navnið, ið ein føroyskur banki kann hava," sigur forstjórin um navnaskiftið
Mynd: Savnsmynd  
 
16.03.2024 - 14:15

"Tað er eingin ivi um, at Føroya Banki er tað besta navnið, ið ein føroyskur banki kann hava."

Tað sigur Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik, sum nú fer aftur til at eita Føroya Banki. 

Tað eru 14 ár síðani banki skifti navn til BankNordik navn.

"Tíðin er búgvin til at fara aftur til góða, upprunaliga navnið, sigur Turið F. Arge, forstjóri, sum tó sigur, at BankNordik navnið fer at síggjast í rúma tíð afturat.

"Stórur partur av føroya fólk eru viðskiftafólk hjá okkum, 10. hvør føroyingur eigur í bankanum, og landið eigur ein triðing. So tað er nokk natúrligt, at vit skifta aftur til at eita Føroya Banki."

Turid_Arge_16032024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444