Føroya Symfoniorkestur framførir Bruckner symfoni nr. 4 fyri fyrstu ferð 

Føroya Symfoniorkestur framførir Bruckner symfoni nr. 4 fyri fyrstu ferð 
Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri verður í kvøld, og verður tað undir leiðslu av Catherine Larsen Mcguire, umframt at viðurkendur sellospælari er solistur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.03.2024 - 14:50

Føroya Symfoniorkestur fær forkunniga vitjan í sambandi við árligu várkonsertina.

Tað verður Catherine Larsen Mcguire, dirigentur, sum fer at stjórna orkestrinum í Norðurlandahúsinum í kvøld kl. 19.30. 

 

Catherine Larsen Mcguire er ættað úr Manchester og er í dag búsitandi í Berlin. Hon er upprunaliga fagottspælari. Men síðan 2012 hevur hon ferðast runt heimin og arbeitt sum dirigentur hjá orkestrum sum London Philharmonic Orchestra, BBC National Orchestra of Wales, Deutsches Kammerorchester Berlin, Jerusalem Symphony Orchestra og Orchestre de Chambre de Genève. Catherine er júst sett í starv sum tónleikaligur leiðari fyri National Youth Orchestras of Scotland. 

Á skránni í kvøld verður Bruckner symfoni nr. 4. Hetta er fyrstu ferð, at Føroya Symfoniorkestur spælir hesa symfoni, og tað ger orkestrið ísambandi við, at Anton Bruckner hevði fylt 200 ár í ár. Hann livdi frá 1824 til 1896. 

Buckner symfoni nr. 4 varð skrivað í 1874, og varð í fleiri førum umskrivað fram til 1888. Verkið varð frumframført í Wien í 1881 og er eitt av best umtóktu verkum hjá Buckner.

 

Brantelid solistur

Solistur á várkonsertini verður dansk/svenski sellospælarin Andreas Brantelid (f. 1987). Saman við symfoniorkestrinum, so fer Andreas Brantelid at spæla eina sellokonsert eftir tjekkiska tónaskaldið Antonín Dvořák. 

 

Brantelid spældi longu sum 14 ára gamal við Kongliga kapellinum, og í dag er hann ein av mest umbidnu tónleikarunum úr Norðanlondum. 

Listin av kendur orkestrum, sum Andreas Brantelid hevur spælt við, er alinlangur: London Philharmonic, BBC Symphony, Tonhalle Orchester Zurich, Mahler Chamber Orchestra, Brussels Philharmonic, Seattle Symphony, Frankfurt Radio Symphony Orchestra, Leipzig Radio Symphony, Hamburger Symphoniker, Orchestre des Champs-Elysées, Scottish Chamber Orchestra og München Kammerorkester. 

 

Hvat: Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri
Hvar: Norðurlandahúsið
Nær: Í kvøld, leygarkvøldið 16. mars, kl. 19.30

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537